Politikkur

Mannarætturin hjá tí ófødda barninum

...

2019-04-08 16:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mannarættindi hava fylt nógv í Føroyska samfelagnum síðstu árini ??? serliga eru tað forsprákararnir fyri samkyndleika, sum hava rópt hart. Menrætturintil líviðhjá tí ófødda barninum, hevur eftir míni fatan als ikki fylt nokk.

Í løtuni eru tað áleið 500 ófødd børn í Føroyum. Tað merkir, at tey óføddu børnini svara til áleið 1% av fólkatalinum, ella sum ein miðalstór bygd í tali. Hesibørnini hava í løtuni ávís rættindi, men tey hava ikki rættin til lívið.

Tá málið um samskynt hjúnarlag var í Løgtinginum,varðnógv sagtum mannarættindi??? bæði í miðlunum og av Tingsins røðarapalli. Nú samgonguskeiðið er við at enda, vil eg minna hesi á teirra orð ??? men við teimum óføddu í huga.

Sonja Jógvansdóttir segði:???Hvat kann vera jaligari, glæsiligari og størri hjá einum politikara enn at sleppa at javnseta borgarar í egnum landi????

Ingolf S. Olsen segði:???Eg fari heldur ongantíð í lívinum at atkvøða fyri at nokta samkyndum ella øðrum minnilutabólkum somu borgarlig rættindi, sum eg havi. Ongantíð.???

Helena Dam á Neystabø skrivaði soleiðis á Facebook:???Nú várar, og útlit eru fyri at ein minniluti okkara millum nú fer at fáa somu borgarlig rættindi sum meirilutin. Kann nakað vera meir sjálvsagt????

Sosialistisk Ung skriva soleiðis í lesarabrævi:???Sum røtt javnaðarfólk fara vit at stríðast víðari fyri javnrættindum fyri øll fólk, so at ein og hvør kann liva tað lívið ein ynskir og droymir um???.

Amnesty International skrivaði soleiðis á Facebook:???Lógir okkara skulu verja okkum øll. Um lógir okkara ikki fevna um ávísar bólkar í samfelagnum, eru hesir uttan fyri lógina.??? Víðari endurgevur Amnesty ST-sáttmálan: ?????ll menniskju eru jøvn fyri lógini og hava rætt til somu lógarvernd uttan nakran mismun av nøkrum slagi.???

LEJEUNE - Yvirlýsingin staðfestir, at tá ið barnið er gitið í móðurlívi, er tað ein livandi skapningur. Heilt frá gitnaðinum og til ellisár er tað hin sama menniskjan, sum veksur, búnast og at enda doyr.

Tit vunnu tíverri politiska dystin um, at tey samkyndu skuldu fáa rættin til borgarliga vígslu og ættleiðing.

Latum okkum nú í felag fara at stríðast fyri næsta minnilutabólkinum ??? teimum óføddu. Hetta er nokk tann heiðurligasti kampurin sum vit kunnu stríðast fyri, tí tá stríðast vit fyri lívinum hjá teimum, sum ikki kunnu stríðast fyri sær sjálvum. Ja, latið okkum verja røddina hjá teimum, sum onga rødd hava.

Jaspur Langgaard,

Valevni hjá Sambandsflokkinum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder