Seinasta árið, eru smá átøk gjørd á umhvørvisøkinum, millum annað Bokashi-spannin og tálgaverkætlanin. Men vit skulu vera nógv betri og meira frammi í skónum á umhvørvisøkinum.
Vit hava eldsálir í starvsfólkahópinum hjá kommununi og millum borgararnar. Og sum kommuna skulu vit eggja teimum til og skapa karmar fyri, at tey kunnu hugdjúpa seg í sínum áhugamálum. Vit skulu duga at lurta, tá tey koma við hugskotum um, hvussu vit kunnu gerast betri við okkara umhvørvi og okkara kommunu.
Ákeiøkinum hava vit eitt bingjupláss, sum fungerar væl. Men vit kunnu gera tað nógv betri. Vit skulu víðka um virksemið, og tað skal gerast lættari at sleppa av við og at skilja burturkast. Aftur her skulu vit loyva starvsfólkunum at hugdjúpa seg og førleikamenna seg enn meira. Tey hava áhugan og kenna tørvin betri enn vit.
Á fríðkanarøkinum hava vit eisini fólk, sum tíma og leggja stóra orku í sítt arbeiðið. Tey leggja dent á at hugsa fram í tíðina, tá ymiskur vøkstur verður gróðursettur Vit skulu geva teimum møguleikan fyri førleikamenning og til at hugdjúpa seg við sínum áhugamálum. Vit skulu skapa karmar, so tey kunnu framleiða og brúka okkara egna tilfeingi. Hetta sparir kommununi útreiðslur og vit blíva mestsum sjálvbjargin á fríðkanarøkinum.
Távit sláa gras og rudda í havum, bæði privat og kommunalt, so skulu vit skapa karmarnar fyri at havaburturkast verður samlað saman og niðurbrotið til mold. Hesa moldina skulu vit, sum borgarar, so aftur hava møguleika til at fáa aftur og brúka í okkara egnu havum, eins og kommunala fríðkanarøkið brúkar egna framleiðslu. Vit fáa betri mold, verða umhvørvisvinarligari og uppá longri sigt sparir kommuna pengar.
Tá umhvørvisvika er, er hugaligt at fáa ein plantupakka frá kommununi, so vit kunnu fríðka um í okkara egnu havum. Men sum kommuna, skulu vit leggja nógv størri dentá, eisini at planta trø og runnar á kommunalum økjum, serstakliga har tað kann skapa lívd og fleiri fríøkir til borgaran. Trø og annar plantuvøkstur skulu altíð vera partur av nýggjum útstykkingum og framtíðar bústaðarøkjum.
Kommunan eigur nógvar gamlar bygningar og nógvir hava tørv áat verða høvðusumvældir. Her skulu vit sum kommuna hugsa burðardygt og leggja okkum eftir mest møguligt at gera brúk av grønari og varandi orkukeldum. Eisini áðrenn umvælingar verða gjørdar, mugu vit vita hvat innihaldi í hølunum skal vera, so tey verða innrættaði til endamálini. Ella eisini skulu bygningarnir seljast.
Við fleiri smærri og størri átøkum á umhvørvisøkinum, koma vit nærri at kunna kalla okkum fyri eina umhvørvisvinarliga og grøna kommunu.
Sølvi Simonarson, valevni til býráðið í Vága kommunu.
X við Framtíðarlistan - ein nýggj byrjan!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald