
Magn tjenar ikki upp á hjálparpakkan
Tað er villeiðandi, tá in.fo vil vera við, at Magn sendir stór vinningsbýti av landinum ogsamstundis fær inntøkur úr ALS.
In.fo hevur í dag gjørt nógv burturúr, at Magn skal hava brúkt føroysku ALS-skipanina ogsamstundis sent stór vinningsbýti til sínar partaeigarar.
Trupulleikin er bara, at tølini ikki eru røtt. Hetta er sera harmiligt, og tí kenna vit okkum noydd atrættleiða skrivingina.
Skeiv tøl
In.fo vil vera við, at Magn hevur sent sínum eigarum 33 mió og 134.000 krónur í vinningsbýti fyri2019. Hetta er heilt einfalt ikki rætt. Vinningsbýtið til partaeigararnar, sum teir fáa fyri árið 2019,útgoldið í 2020, er 18 milliónir krónur.
Vinningsbýtið, sum in.fo nevnir, er í veruleikanum eitt afturkeyp av partabrøvum, ið avgerð vartikin um í 2018, og sum var framt á sumri 2019.
Skeivu tølini verða so knýtt uppí Corona kreppuna, og at starvsfólk hjá Magn hava verið í ALSskipanini. Og eisini her er tørvur á rættleiðing.
Stongdu støðirnar
Tá koronasmittan fór at herja av álvara, gjørdi Magn av at steingja handlarnar á øllumbensinstøðunum í knappar tvær vikur. Hetta hevði sjálvsagt við sær stóra minking í søluni hjáfelagnum, men vit mettu hetta vera eitt neyðugt stig fyri at avmarka smittuna í landinum.
Tá sølustøðini vórðu stongd, fóru nøkur av teimum tímaløntu í serligu koronaskipanina hjá ALS.Tað vóru greið signal frá almennu myndugleikunum í mars, at fyritøkur skuldu koyra starvsfólk íALS-skipanina, tá alt lukkaði niður. Og ikki gera sum vanligt, at tillaga arbeiði hjá tímaløntustarvsfólkunum eftir, hvussu nógv er at gera.
Magn hevur fleiri tímalønt í starvi, serliga skúlaungdóm, sum arbeiða á bensinstøðunum kringlandið. Hesi gera eitt megnar arbeiði, men tað er ein sannroynd, at tey arbeiða nógv, tá nógv er atgera. Tá lítið er at gera, arbeiða tey minni. Og tá onki er at gera, er onki arbeiði til tey tímaløntu.
Magn fekk onki burturúr hjálparpakkunumMagn hevur fingið upplýst frá ALS, at tey tímaløntu á Magn hava fingið tilsamans umleið 250.000krónur úr skipanini.
-Tað er púra misvísandi at rógva framundir, at Magn skal hava fingið nakað burturúrhjálparpakkunum hjá landsstýrinum. Hetta er heilt einfalt ikki rætt. Tá Magn stongdibensinstøðirnar, høvdu nærum øll tey tímaløntu arbeiðsfólkini ikki verið biðin til arbeiðis kortini.
So Magn fær onki burturúr hjálparpakkanum, sigur Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður íMagn.
Onki fastlønt starvsfólk hjá Magn hevur verið í ALS-skipanini.??? Vit hava fleiri fastlønt, sum vit kundu valt at sent í ALS skipanina. Og so hevði talan verið umpening, sum kom Magn til góðar. Men tað hava vit valt ikki at gera. ??ll tey fastløntu hava verið tilarbeiðis, og summi hava brúkt feriu o.a. hesa tíðina, meðan koronasmittan hevur gjørt um seg. Vithalda ikki, at Magn skal hava nakran hjálparpakka, og vit hava ikki móttikið rakstrarstuðul, sigurJens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður í Magn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald