
Leiðbeining um ferðing frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum:
Coronavirusið (Covid-19) ger, at vit mugu vera serliga varin í sambandi við ferðing.
Mælt verður frá at ferðast til Danmarkar, og ert tú komin úr Danmark 12. mars ella seinni, mæla heilsumyndugleikarnir til, at tú fert í sóttarhald í 14 dagar.
Harumframt verður mælt til at fylgja ferðaleiðbeiningunum hjá danska uttanríkisráðnum fyri restina av heiminum. Tær eru:
Vit mæla frá at ferðast til:
- Kina: Landsluturin Hubei
- Italia: Landslutirnir Piemonte, Lombardia, Emilia-Romagna, Aostadalurin, Veneto og Marche
- Iran
- Suðurkorea: Býurin Daegu og landsluturin Gyeongbuk
- Eysturríki: Landsluturin Tyrol
Hevur tú verið í einum av støðunum, sum eru nevnd omanfyri, eftir 2. mars, eigur tú at fara í sóttarhald í 14 dagar.
Vit mæla frá allari óneyðugari ferðing til:
- Kina (Hongkong, Macau og Teivan undantikið)
- Italia
- Eysturríki: Landsluturin Tyrol
- Ísrael
- Palestina: Vestari áarbakki og Eystur-Jerusalem
- Spania: Landslutirnir Madrid, La Rioja og Baskaland
- Týskland: Landslutirnir Bayern og Nordrhein-Westfalen
- Frakland: Landslutirnir Korsika og Alsace, og harumframt økini Oise og Val d'Oise norðan fyri París
- Sveis: Býirnir Samnaun og Zermatt
- Turkaland
- Tailand
- Egyptaland
- Vietnam
- India
- USA
- Malaisia
Ver serliga varin:
- Ferðing um allan heim
Ert tú stødd ella staddur uttanlands, mæla vit til, at tú skrivar teg á listan hjá danska uttanríkisráðnum. Tað kanst tú geraher.
Av tí at ferðavegleiðingarnar javnan broytast, er umráðandi at kunna seg á heimasíðuni hjáUdenrigsministeriet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald