Maðurin stóð grátandi við uppsagnarseðlinum í hondini. Hann hevði júst fylt 67 ár. Arbeiðsplássið hevði í sínum starvsfólkapolitikki avgjørt, at nú var hansara skeið á arbeiðsmarknaðinum runnið. Maðurin skilti onki. Hann var væl fyri, fimur sum ein unglingi og uttan eitt gránað hár. Hvat skuldi hann nú finna uppá?
Vit kenna støðuna aftur. Kanska onkur í familjuni hevur upplivað tað sama.
Pensjónsaldurin varð ásettur fyri meiri enn 60 árum síðani. Tá var miðallivialdurin munandi lægri, enn hann er ídag. Atgongdin til góða heilsurøkt og ???viðgerð var ikki á sama støði, sum hon er ídag. Heldur ikki vóru møguleikarnir fyri fjølbroyttum og heilsugóðum mati teir somu sum ídag. Tí er miðallivialdurin nógv hækkaður í mun til tá.
Longri á arbeiðsmarknaðinum
Tey eru mong, sum ynskja at vera longri á arbeiðsmarknaðinum nú enn áður. Tí skulu vit stovna ein eldrasáttmála. Hesin skal innihalda møguleikar fyri serligum ágóðum til teirra sum arbeiða, eftir at tey eru vorðin 67. Ein 67 ára gamal við kr. 300.000 í inntøku, rindar 120.000 krónur í skatti. Um hann bara rindar hálvan skatt, hevur hann 240.000 eftir aftaná skatt. Hetta er munandi meiri, enn um hann bara hevur pensión at liva fyri. Ein sáttmáli kann innihalda fleiri alternativ. Eitt kundi verið, at hann frásigur sær pensjón ta tíð, hann arbeiðir, men sleppur væl bíligari í skatti. Eitt annað kann vera, at hann fær pensjón, sum hann eigur, hóast hann arbeiðir, men fær ávísan skattaavsláttur. Soleiðis koma í framtíðini skattainntøkur frá fólkum eldri enn 67 ár at verða ein alt størri partur av landskassans inntøkum.
Sjálvboðið
Við slíkari skipan fara fólk eldri enn 67 ár sjálvi at avgera, nær tey verða pensionistar. Tað merkir, at vit ikki fara at hækka pensjónsaldurin við lóg. Ein eldrasáttmáli vil hava ta positivu avleiðing, at peningur verður til yvurs at fíggja pensjónir til teirra, sum eru útslitin og hava tørv á at gerast pensjónistar yngri enn 67. Fólk, sum hava arbeitt hart kropsligt arbeiði í mong ár til dømis útróðrarmenn, arbeiðsfólk á flakavirkjum og reingerðarfólk, eru í nøkrum førum útslitin, tá tey eru 60 ára gomul. Tey hava tørv á at sleppa fyrri av arbeiðsmarknaðinum við pensjón.
Aldurssamanseting og Búskaparráðið
Búskaparráðið hevur á heysti í 2014 og á vári í ár givið tvær sera væl frágingnar frágreiðingar út, har broytta aldurssamansetingin og avleiðingarnar av henni verða neyvt viðgjørd. Í frágreiðingini verður staðfest, at allar framrokningar byggja á ???alt annað líka???-støðið. Hetta merkir, at um vit politiskt fremja átøk og broytingar, verður ???alt annað??? ikki líka. Tað merkir, at vit kunnu broyta hóttandi framtíðina longu nú við miðvísum politiskum átøkum. Eitt er sum omanfyri nevnt ein bendilig og broytilig pensjónsskipan, har nøkur kunnu gerast pensjónistar yngri enn 67 og nøkur hinvegin sjálvboðin kunnu bíða við at lata seg pensjonera móti serskattasømdum. Við slíkari bendiligari skipan koma vit ikki aftur at síggja grátandi menn við uppsagnarseðlinum í hondini.
Umframt hesa smidligu loysn hevur Miðflokkurin fleiri onnur uppskot til broytingar, sum gera okkum vælbrynjað at møta demografisku avbjóðingunum.
Bill Justinussen, Miðflokkurin
Maðurin stóð grátandi við uppsagnarseðlinum í hondini. Hann hevði júst fylt 67 ár. Arbeiðsplássið hevði í sínum starvsfólkapolitikki avgjørt, at nú var hansara skeið á arbeiðsmarknaðinum runnið. Maðurin skilti onki. Hann var væl fyri, fimur sum ein unglingi og uttan eitt gránað hár. Hvat skuldi hann nú finna uppá?Vit kenna støðuna aftur. Kanska onkur í familjuni hevur upplivað tað sama.
Pensjónsaldurin varð ásettur fyri meiri enn 60 árum síðani. Tá var miðallivialdurin munandi lægri, enn hann er ídag. Atgongdin til góða heilsurøkt og ???viðgerð var ikki á sama støði, sum hon er ídag. Heldur ikki vóru møguleikarnir fyri fjølbroyttum og heilsugóðum mati teir somu sum ídag. Tí er miðallivialdurin nógv hækkaður í mun til tá.
Longri á arbeiðsmarknaðinum
Tey eru mong, sum ynskja at vera longri á arbeiðsmarknaðinum nú enn áður. Tí skulu vit stovna ein eldrasáttmála. Hesin skal innihalda møguleikar fyri serligum ágóðum til teirra sum arbeiða, eftir at tey eru vorðin 67. Ein 67 ára gamal við kr. 300.000 í inntøku, rindar 120.000 krónur í skatti. Um hann bara rindar hálvan skatt, hevur hann 240.000 eftir aftaná skatt. Hetta er munandi meiri, enn um hann bara hevur pensión at liva fyri. Ein sáttmáli kann innihalda fleiri alternativ. Eitt kundi verið, at hann frásigur sær pensjón ta tíð, hann arbeiðir, men sleppur væl bíligari í skatti. Eitt annað kann vera, at hann fær pensjón, sum hann eigur, hóast hann arbeiðir, men fær ávísan skattaavsláttur. Soleiðis koma í framtíðini skattainntøkur frá fólkum eldri enn 67 ár at verða ein alt størri partur av landskassans inntøkum.
Sjálvboðið
Við slíkari skipan fara fólk eldri enn 67 ár sjálvi at avgera, nær tey verða pensionistar. Tað merkir, at vit ikki fara at hækka pensjónsaldurin við lóg. Ein eldrasáttmáli vil hava ta positivu avleiðing, at peningur verður til yvurs at fíggja pensjónir til teirra, sum eru útslitin og hava tørv á at gerast pensjónistar yngri enn 67. Fólk, sum hava arbeitt hart kropsligt arbeiði í mong ár til dømis útróðrarmenn, arbeiðsfólk á flakavirkjum og reingerðarfólk, eru í nøkrum førum útslitin, tá tey eru 60 ára gomul. Tey hava tørv á at sleppa fyrri av arbeiðsmarknaðinum við pensjón.
Aldurssamanseting og Búskaparráðið
Búskaparráðið hevur á heysti í 2014 og á vári í ár givið tvær sera væl frágingnar frágreiðingar út, har broytta aldurssamansetingin og avleiðingarnar av henni verða neyvt viðgjørd. Í frágreiðingini verður staðfest, at allar framrokningar byggja á ???alt annað líka???-støðið. Hetta merkir, at um vit politiskt fremja átøk og broytingar, verður ???alt annað??? ikki líka. Tað merkir, at vit kunnu broyta hóttandi framtíðina longu nú við miðvísum politiskum átøkum. Eitt er sum omanfyri nevnt ein bendilig og broytilig pensjónsskipan, har nøkur kunnu gerast pensjónistar yngri enn 67 og nøkur hinvegin sjálvboðin kunnu bíða við at lata seg pensjonera móti serskattasømdum. Við slíkari bendiligari skipan koma vit ikki aftur at síggja grátandi menn við uppsagnarseðlinum í hondini.
Umframt hesa smidligu loysn hevur Miðflokkurin fleiri onnur uppskot til broytingar, sum gera okkum vælbrynjað at møta demografisku avbjóðingunum.
Bill Justinussen, Miðflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald