2021-03-24 23:25

Klokkan 13:13 fekk MRCC-støðin eina fráboðan um, at ein maður var dottin og fingið skaða í beinið.
Boð blivu send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantic Airways, sum fór eftir skadda manninum, sum var staddur omanfyri Klíningsgjógv, sum er markið millum Slættanes og Rókina.
Tyrlan var hjá skadda manninum klokkan 13:50, og klokkan 14:05 var maðurin á Landssjúkrahúsinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald