Mentan

Lyle Shelton kemur at kjakast um hjúnabandslógina

...

2015-12-07 19:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Komandi vikuskifti vitjar Lyle Shelton, dagligur leiðari í Australian Christian Lobby, í Føroyum. Lyle Shelton ferðast nógv kring heimin í sambandi við kjakið um hjúnabandslógina. Í heyst var hann í USA, og í hesum døgum er hann á rundferð í Vesturevropa. Fríggjadagin setir hann so kós ímóti Føroyum, og hann steðgar her til mánadagin.

Á ferðini í Føroyum fer Lyle Shelton at luttaka á bæði almennum og óalmennum tiltøkum. Høvuðstiltakið verður sunnudagin 13. desember, tá Lyle Shelton heldur fyrilestur í Skúlanum við Løgmannabreyt. Heitið á fyrilestrinum er ???Hvat ???javnrættindi??? kosta samfelagnum???.

Undir fyrstu løgtingsviðgerð av uppskotinum um at broyta hjúnabandslógina vildu uppskotsstillarar og onnur vera við, at tað ikki fær nakrar neiligar avleiðingar fyri samfelagið, um hjúnabandslógin verður broytt. Hesum er Lyle Shelton ikki samdur í. Hann sigur, at tað er heilt týðiligt, at í londum, har hjúnabandslógin er vorðin broytt, hevur tað havt nógvar neiligar avleiðingar við sær innan fleiri týðandi og álvarssom samfelagsøki.

Eftir fyrilesturin verður høvi at seta Lyle Shelton spurningar. Arbeitt hevur eisini verið við at fáa kjak í lag millum Lyle Shelton og umboð fyri tey, ið vilja broyta hjúnabandslógina. Um tað eydnast, verður tað eisini partur av tiltakinum.


Tað er Ja til hjúnabandið, ið skipar fyri vitjanini. Fleiri upplýsingar og greinar um evnið kunnu finnast á www.hjunaband.org og á Facebook-síðuni Ja til hjúnabandið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder