2020-09-08 17:23

KVF: Løgreglan ávarar nú ímóti, at sterkt LSD-rúsevni er í umferð í Føroyum.
Rúsevnið líkist vanligum gummibommum, og var atvoldin til eina ógvusliga hending um vikuskiftið.
Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at rúsevnið líkist gummibommum, sum fáast til keyps í handlinum.
Tað eru ungfólk, sum taka LSD, kanska saman við øðrum rúsevnum, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald