Tórshavnar Kommuna:
Fyrsta flagið er nú loyst fyri stóru privatu útstykkingini við Villingardalsvegin. Fyrrapartin setti borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, hakan í til eina útstykkingarætlan við 35 grundøkjum.
??tstykkingin liggur beint við Villingardalsvegin og nær ringvegnum. Talan er um millum størstu privatu útstykkingarnar í Tórshavnar kommunu seinastu mongu árini.
- Seinastu vikurnar hava vit sæð, at nógvar leiguíbúðir eru á veg, vit hava sæð nógvar eigaraíbúðir, sum eru ávegis, og nú havi eg tað gleði at seta ferð á hesa stóru privatu útstykkingina. Hetta er tiltrongt, nú høvuðsstaðurin veksur so skjótt, og áhugin fyri at ogna sær eini sethús er stórur. Verkætlanin munar veruliga og kemur væl við hjá nógvum, sum vilja búgva í egnum húsum. Og tað vilja nógv, segði Annika Olsen, borgarstjóri, áðrenn hon setti hakan í svørðin á trøðni við Villingardalsvegin.
Grundøkini verða ymisk til støddar. Størsta grundøkið verður 680 fermetrar, og so eru seks oman fyri 500 fermetrar og restin er millum 4-500 fermetrar. Samlaða økið, har bygt verður, er slakar 30.000 fermetrar.
Teir byrja at grava av beinanvegin. Í seinasta lagi í desembur í ár verða stykkini, sum í dag standa til sølu, avhandað keypara. Konsax stendur fyri arbeiðinum at gera vegin til grundøkini.
Tað er Betri Heim, sum stendur fyri søluni. ??tstykkingin verður gjørd í tveimum byggistigum.
Nú Annika Olsen hevur loyst fyrsta flagið, er skjøtul settur á bæði 35 privat grundøki, 120 eigaraíbúðir og 94 leiguíbúðir seinastu vikurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald