Eg má siga, at tað er hugstoytt at síggja, hvussu niðurraðfest Nólsoyarleiðin er. Einki røkist fyri nakrari loysn og eg haldi, at nú skal avgerðin takast, um at byggja nýggja ferju til Nólsoyarleiðina.
Meðan politikarar í sera stóran mun tosa grønt og handla svart, er hetta júst eitt dømið um vánaliga handlingskraft og kanska manglandi vitan um, hvussu hettar kann loysast her og nú, og sum samstundis kann vera ein haldgóð loysn í fleiri ár. Uttan at fara at brúka tíð uppá at skriva um dugnaloysi í politiskari stýring av okkara samferðslu, so fari eg heldur at seta nakrar reglur saman um, hvussu hettar kann loysast áðrenn ársenda 2019.
Tað raður um, at tekna eina nýggja fergu, sum er tøknuliga framkomin, so ikki er neyðugt við diesel-motorum at sigla um fjørðin, men at hon verður el-drivin. Sjálvandi kemur ein slík ferja at hava nýmótans diesel-motorar, sum back-up umborð, sum krøvini eru í dag.
Landstýrið setur sær sum mál, at vera samd um hvussu fergan skal síggja út. Og áðrenn tekningin og spesifikatiónirnar eru endaligar, skal hettar leggjast fram á borgarafundi í Nólsoy.
Landið tekur eitt 12 ára langt lán úr útlandinum á 0,72 % í rentu, at byggja ferguna fyri so hettar ikki ávirkar fíggjarlógina meira, enn vanligi dýri raksturin av Ternuni.
Jú, Nólsoyingar hava uppiborið eina virðiliga farleið.
Eg, sum politikarni ynski at vit gera grønar verkætlanir fram í tíðina, og um vit ynskja at ferðavinnan skal vera eitt av okkara búskaparligu beinum, so skal sjálvandi hettar verða gjørt beinan vegin sum eitt stig á leiðini, til eitt av okkara búskaparbeinum.
Tað er óvirðiligt at okkara ferðafólk, sum hava hoyrt um okkara fraga sjógarp Nólsoyar Páll, fara út um fjørðin í einum skipið, sum gongur ímóti teimum 50 og at botnurin er meira ella minni karrotin, og sleppa ikki innaftur uttan at standa á bryggjuni í tímavís, tí avloysaraskipið er eitt aggamalt skrambul, sum strandferðslan kom dragsandi við úr útlandinum, og bleiv lappað fyri fleiri milliónir áðrenn tað fór í drift.
Nólsoyingar eru ikki eitt kompliserað fólkaslag, men nú haldi eg at teir skulu gera bart og seta eitt ófrávíkiligt krav um, at her má fáast ein loysn.
Tað er eitt av aðalmálunum, ið eg ætli at arbeiða fyri, um eg verði valdur á Løgting og verði ein partur av einari samgongu, verður ikki undirskrivað um hettar ikki er sett á skinnarin.
Vinarliga
Hans Andrias Kelduberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald