2019-03-12 17:21
Hóast forsætisráðharrin er ímóti tí, kundi hann í dag ikki avvísa, at fólkatingsumboðanin verður avtikin, um uppskotið hjá løgtingsformanninum fær undirtøku.
Sí upptøku frá dagsins spurnartíma, har láturin eisini kom fram.
Tað skal gerast vart við, at Javnaðarflokkurin ikki tekur undir vid uppskotinum hjá løgtingsformanninum. So leingi lóggávuvald yvir Føroyum er á Fólkatingi, heldur flokkurin, at vit sjálvandi skulu hava umboðan har.
Harumframt spurdi Sjúrður Skaale forsætisráðharran, hvørji góð ráð hann kundi bera einum møguligum nýggjum fólkatingslimi og møguligum nýggjum forsætisráðharra víðvikjandi samstarvinum í ríkisfelagsskapinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald