JN

Løgreglumaðurin var raktur við tveimum høglum í andlitið og 30 í hjálmin

...

2019-12-10 17:18 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 15 í dag byrjaði grundlógaravhoyringin í Føroya rætti móti 35 ára gamla manninum, sum í gjár skeyt eftir løgregluni í Miðvági.

Portal.fo skrivar, at ákæruvaldið vil hava mannin skuldsettan fyri drápsroynd móti embætismanni í tænastu. Tað var um 22:50 tíðina í gjár, at ein løgreglumaður var raktur. Hann fekk tvey høgl í andlitið og 30 í hjálmin.

35 ára gamli maðurin liggur á intensivari deild á Landssjúkrahúsinum, og fekk tí ikki møtt upp í rættinum. Tað kom ikki fram áðrenn hurðarnar vóru latnar aftur, hvørjar skaðar maðurin hevur fingið, les meira á portal.fo her.

Les eisini:

Tíðindaskrivi frá løgregluni

Løgreglan hevur avbyrgt stóran part av Uppi í Húsi í Miðvági

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder