Politikkur

Løgmaður ynskir Boris Johnson til lukku

...

2019-12-15 20:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur borið Boris Johnson lukkuynski, nú flokkur hansara vann tjóðartingsvalið. Bretska valið var hósdagin 12. desember.

Í brævinum til bretska forsætisráðharran takkar løgmaður somuleiðis fyri fundin, sum báðir stjórnarleiðararnir høvdu í Downing Street fyrst í november. Eisini vísir løgmaður á góða sambandið millum Stóra Bretlands og Føroyar og møguleikan fyri tættari samstarvi.

Komandi ár verða tað 75 ár síðan, at seinni heimsbardagi og bretska hersetingin av Føroyum endaði. Í hesum sambandi nýtti løgmaður høvi til at bjóða Boris Johnson til 75 ára minningarhaldið, sum skipað verður fyri í Føroyum.

Lukkuynskið frá løgmanni til bretska forsætisráðharran kann lesast her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder