Politikkur

Løgmaður skal svara um privatar koronakanningar

...

2020-06-22 14:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Høgni Hoydal vil nú hava løgmann at standa til svars fyri avgerðunum um privatar koronakanningar av ferðafólki. Á tingfundinum seinasta fríggjadag kravdi Høgni svar frá løgmanni um hesi viðurskifti. Men hóast orðaskiftið um hetta vardi í meira enn ein tíma, so metti Høgni, at løgmaður als ikki svaraði spurningunum. Tí er nú ein sonevndur §52a-fyrispurningur settur løgmanni, har løgmaður skal svara skrivliga.

Spurningurin er soljóðandi:

Fyrispurningur um avtalur við privatar fyritøkur um at kanna ferðafólk fyri Covid-19, lógarheimild, kostnað, ognarviðurskifti v.m., settur løgmanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Hvør hevur samráðst og gjørt avtalur við tvær privatar fyritøkur um at áleggja ferðafólki at lata seg kanna fyri Covid-19 á flogvøllinum og við havnir?

2. Hvør hevur undirskrivað sáttmálarnar, hvør landsmyndugleiki ella heilsufakligur myndugleiki hevur góðkent teir ??? og kann løgmaður senda løgtingsfólki avrit av øllum viðkomandi skjølum og upplýsingum í málinum?

3. Hvørjar fyritøkur er talan um, hvør eigur fyritøkurnar, hvør situr í nevndunum fyri hesar fyritøkur, hvørji læknafaklig/heilsufaklig fólk eru knýtt at fyritøkunum og hava fakliga ábyrgd?

4. Nær, hvar og hvussu er arbeiðið boðið út?

5. Hvør er lógarheimildin fyri hesum avtalum og hvør er lógarheimildin fyri at krevja fólk at taka royndirnar?

6. Hvør hevur ásett kostnaðin ??? og hvat verður mett, at ferðafólk koma at gjalda tilsamans í milliónum krónum fyri royndirnar, um kravið til dømis verður galdandi frá 27. juni 2020 til 1. oktober 2020?

7. Hvussu stórur er vinningurin hjá fyritøkunum fyri hvørja roynd ??? og hvussu nógv verður vinningurin mettur at verða tilsamans hjá fyritøkunum fram til 1. oktober 2020?

8. Hvør heilsumyndugleiki hevur góðkenning, eftirlit við trygdini hjá borgarum um persónsupplýsingar, uppfylging mótvegis borgarum ??? og hvørjar avtalur og skjøl eru gjørd um hetta og nær?

9. Hvør er støðan hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og sjúkrahúsmyndugleikunum til hesar avtalur, og um Heilsufrøðiliga Starvsstovan og sjúkrahúsini fingu tann pening, ið nú skal til privatar fyritøkur, hvussu kundu tey tá ment og staðið fyri kanningunum?

10. ??tlar løgmaður at fremja fráboðaðu ætlanina og hvør hevur landsstýrismannaábyrgd fyri avgerðunum?

Viðmerkingar:

Løgmaður hevur alment boðað frá, at ferðafólki verður álagt at brúka tvær privatar fyritøkur til at kanna seg fyri Covid-19.

Løgtingið hevur ikki sæð nakað skjal ella hevur fingið upplýst nakað um hesar avtalur. M.a. um hvør hevur samráðst og gjørt avtalurnar, lógarheimild, kostnað, støðuna hjá heilsumyndugleikum, hvør eigur feløgini, v.m.

Tí verður fyrispurningurin settur løgmanni.

Á Løgtingi, 22. juni 2020

Høgni Hoydal

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder