Politikkur

Løgmaður setur tøl á fyri at fáa vágafólk at tiga

...

2016-12-23 23:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

John Petersen skrivar á Facebook:

Nú kemur Løgmaður við eini jólagávu-bumbu. Hann sigur at tað framhaldandi skal verða bummgjald á Vágatunnlinum - eisini eftir at lánið er afturgoldið .

Men lánið er afturgoldið nú, og tí skal bummgjaldið burtur - tað er tað vit fingu lovað. Um íløgan sum landið gjørdi skal gjaldast aftur, hví skal Viðareiðis tunnilin ikki gjaldast aftur? Hví skulu umvælingar á aðrir tunnlar ikki gjaldast aftur?

Sjálvandi tí at vit gjalda skatt til tað sama. Ein undirsjóðartunnil er nakað dýrari enn ein vanligur tunnil, men nú er nóg nógv goldið aftur av eykakostnaðinum. Vágatunnilin kostaði 280 mió kr. at byggja, og 313 mió kr. eru goldnar í bummgjaldið.

Tað kennist verðuliga sum politikkarnir royna at snýta veljarin við kamuflerðaðum lógum. Føroya fólk hevur nú í 14 ár liva í tí verðuleika, at tá lánið er goldið aftur verður frítt at koyra. Onkur fólk hava allarhelst valgt ikki at flyta til annað stað av somu orsøk.

Løgmaður (sum er janaðarmaður - og tá byrji eg at hugsað um solidaritet) hevur nú sett nøkur tøl fram - helst fyri at fáa vágafók at tiga.

Hetta eru tølini: 50% av gjaldandi brúkarunum av Vágatunlinum eru heimahoyrandi í Streymoynni, ímeðan onnur knøpp 20% eru heimahoyrandi í serliga Eysturoynni og Norðoyggjum. Vágafólk umboða 30%. Sostætt gjalda vágafólk bert ein lítlan part av Vágatunnilinum. Og Løgmaður vil við hesum tølum seta munnkurv vágafólk.

Men hvussu skal ein hyggja at hesum tølum? Tað er við at hyggja at hvussu nógv fólk hava goldið í miðal pr. íbúgva úr teimum trimum økinum.

Sæmbart tunninsfelagnum, eru 313 mió kr. komnar inn í bummgjaldi fyri Vágatunnilin. Fólkatalið í FO í teimum trimum økinum er: Norðoy + Eysturoy: 16683, Streymoy: 23548, Vágar: 3088

??t trá hesum tølum er skjótt at rokna seg fram til at miðal gjald pr. íbúgva hesu 14 árini er:
Norðoy + Eysturoy: 3701 kr
Streymoy: 6645 kr
Vágar: 29971 kr

Tað vil siga at vágafólk gjalda 8,1 ferðir meira enn fólk úr Norðoy/Eysturoy. Og 4,6 ferðir meira enn fólk úr Streymoy.

Eitt orð í hesum kjaki sum gongur aftur er solidaritetur. Eitt orð ið hendan samgongan átti at skilt, menn tíðanverri er ikki so.

Vágatunnilin opnaði fyri 14 árum síðani. Um politikarirnir VERÐULIGA! ynskja eina solidariska skipan, so skulu vágafólk sleppa at koyra frítt frá í dag av. Fólk úr Streymoy skulu halda áfram at gjalda í 63 ár. Og fólk úr Norðoy/Eysturoy skulu halda á við at gjalda í 113 ár.

??rættví er nógv stórri fyri Norðoyartunnilin, tí eingin flogvøllur er har norði. Gera vit eina útrokning út frá ársfrágreiðingini hjá tunnilsfelagnum fyri Norðoyartunnilin í 2015, sæst at miðal túratalið pr. íbúgva í 2015 er;
Norðoyggjar: 67
Eysturoy: 28
Streymoy: 7,8
Vágar: 5,8

Við øðrum orðum skulu norðoyingar sleppa at koyra frítt nú. Fólk úr eysturoy skulu gjalda bummgjald í 25 ár avtrat, fyri at hava goldið líka nógv sum norðoyingar hava goldið pr. íbúgva. Streymoyingar skulu gjalda bummgjald í 92 ár. Og fólk úr Vágum skulu gjalda bummgjald í Norðoyatunnilinum í 124 ár.

Sostætt hava norðoyingar goldi alt ov nógv, og skuldi fingið nógv av bummgjaldinum aftur sum stórur partur av føroya fólki rættvíst eigur at gjalda komandi 100 árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder