Politikkur

Løgmaður: Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg.

...

2017-05-03 18:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Svar frá løgmanni uppá fyrispurning frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur um at ganga í haganum.

 Løgtingið

Tinghúsvegur1-3

100Tórshavn             

 

Svar

uppá

 

skrivligan fyrispurning nr. 74/2016eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,løgtingsmannium rætt hins einstaka at ganga í haganum

 

Fyrispurningurin var soljóðandi:

 

1.     Løgmaður nevndi íløgmansrøðu síni 2016, í samband við ætlaðu stjórnarskipanina, at hann vilditryggja fólki rætt til at ganga í haganum. Hetta var ein grundleggjandi rættur og komundir frælsi hins einstaka. Hevur løgmaður arbeitt víðari við hesum?

2.     Um nei, ætlar hannn at gera nakað við hetta og hvat?

3.     ??tlar løgmaður í sambandi við stjórnarskipanina at setagirðingarlógina frá 1937 úr gildi, ella ætlar hann at dagføra hana?

4.     Fer munur at verða gjørdur á føroyingum og útlendskumferðafólki?

 

Svar:

Fyrispurningarnirverða niðanfyri svaraðir soleiðis undir einum:

Í løgmansrøðuni áólavsøku í 2016 segði eg, at landsstýrið arbeiðir við einum uppskoti tilstjórnarskipan, har ætlanin er, at okkarasamleiki verður niðurfeldur, og hetta samleikaskjalið tryggjar okkumgrundleggjandi rættindi og skyldur. Vit staðfesta, at Føroya fólk hevur valdiðí Føroyum. Stjórnarskipanin er ein felags grundvøllur, sum byggir á okkarafelags siðir, søgu og mentan. Vit tryggja til dømis rættin at fara á flot og at ganga íhaga.

 

Uppskotið er enn ikki liðugt orðað,so ilt er at siga, hvussu ítøkilig orðingin verður í stjórnarskipanaruppskotinum.

 

Í álitinum frá stjórnarskipanarnevndinifrá 2006 er uppskot til § 25 í stjórnarskipanina, sum er soljóðandi:

???§25.Hvørsmansrættur

(1) Hvør eigurrætt at ferðast og fara á sjógvi og landi, tá ið tað ikki er til ampa fyrifólk, fæ, ogn, vøkstur og náttúru.???

 

Í viðmerkingunum til uppskotið til §25 sigur nevndin, at

???Hvørsmansrætturingevur í meginreglunum hvørjum menniskja rætt til at ferðast og fara allastaðnií landinum. Hagi og fjøll eru í dag eitt upplivingarøki. Tað skal tí verðaloyvt hjá fólki at ganga í haganum bert fyri at njóta náttúruna og fyri atstyrkja seg til likams og sálar. Hetta skal ikki vera náttúruni,fenaði,fuglameingi, gróðri, gróti og øðrum til ampa.???

 

Løgtingsnevndin, sum í 2010 gav frá særálit um stjórnarskipanaruppskotið, umorðaði uppskotið hjástjórnarskipanarnevndini eitt sindur, soleiðis at hon í sínum uppskotið hevureina § 22, sum er soljóðandi:

???§ 22.Hvørsmansrættur

(1) ??ll eiga rættat ferðast og fara á sjógvi og landi, tá ið tað ikki er fólki, fæi og náttúrutil ampa.???

 

Sjálvur taki eg undir við, at tað sum høvuðsregla ístjórnarskipanini er regla um, at tað er frítt at fara hjá fólki í føroyskunáttúruni. Men rætturin eigur at verða útgreinaður í vanligari lóggávu, og har eigurat verða ásett, undir hvørjum treytum og við hvørjum avmarkingum hesin rætturkann útinnast.

Íeini tíð, har alt fleiri fólk hava inniarbeiðið, ofta sitandi, er tað avtýdningi, at tey hava møguleika í frítíðini at koma burtur í óbygt at nýtaføroysku náttúruna og at fáa kroppin í venjing. Frá einum fólkaheilsusjónarmiðihevur hetta týdning og eisini sosialan týdning fyri hin einstaka ogfamiljurnar.

Mentað kemst ikki uttanum, at har eru fleiri tvørgangandi atlit at taka. Rætturinmá avmarkast av umhvørvisligum grundum. Tað fer ikki at bera til, at náttúranfer at verða dálkað av fólki, sum gongur í henni, at viðkvæmt djóra- ella plantulívverður órógvað, ella djóra- og plantusjúkur verða spjaddar. Eisini máfyribyrgjast, at fólk koma sær í óføri, soleiðis at tað í størstan mun slepstundan vanlukkum og kostnaðarmiklum bjargingartiltøkum.

Eisinimugu atlit takast at landbúnaðarliga rakstrinum á staðnum. Avmarkingar mugusetast í tann mun, gongd í haganum ger seg inn á eitt nú fjallrakstur, lembing,grøði o.a. slíkt.

Egfari at umrøða við landsstýrismenninar í landbúnaðarmálum, fíggjarmálum, umhvørvismálumog ferðavinnumálum, hvussu vit kunnu gera lógaruppskot, har vit viga øll hesiatlit upp ímóti hvørjum øðrum og lata tey standa í eini skilagóðari javnvág.Onki er at ivast í, at bøndir, Búnaðarstovan, umhvørvismyndugleikar,bjargingarmyndugleikar, kommunur, ferðavinna, gongufeløg og onnur mugu takastuppá ráð, tá slíkt uppskot verður orðað.

Í ???Rapport fra JUSCONSULT (2001), Rettentil at færdes i naturen ??? en sammenligning af lovgivningen i ni europæiskelande og delstater??? er ein góð lýsing av tí sokallaða ???Allemannsrätten??? í øðrumlondum. Sum sæst, so merkir hesin rættur ikki, at púra frítt er at faraallastaðni uttan avmarkingar.

Eghaldi ikki, at galdandi lóggáva í girðingarlógini §§ 40-43 kann standa viðóbroytt. Eftir henni er als ikki loyvt at ganga í haganum uttanfyribygdagøturnar uttan loyvi frá røktingarmonnunum. Henda regla hevur fleirihundrað ár á baki. Hon er frá eini tíð, har knoss og strev var dagligdagurinhjá fólki, og væntast kundi ikki, at nakar av sínum eintingum fór burtur íóbygt uttan so, at viðkomandi hevði onkrar ólógligar ætlanir eitt nú at savnaull ella fáast við óheimilaða veiðu. Seinastu nógvu árini hevur reglan eisininógvastaðni verið praktiserað sera lagaliga, og røktingarmenn hava ikki talaðat, er onkur einstaklingur farin sær ein túr í hagan uttan at hava biðið umloyvi frammanundan.

Mærdámar illa gongdina, har man á grannastevnu fyri einstaka bygd er farin atáseta gjald fyri at ganga í haganum. Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyrialt landið og ásettar í løgtingslóg.

 

Í Tinganesi, 3. mai 2017

 

 

Aksel V. Johannesen
løgmaður

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder