Av og á stinga teir høvdið upp úr lummanum og siga tað, sum teir hava hoyrt Høgna siga, og tað er líka mikið um tað er satt ella ósatt.
Nú skip verða seld og manningar uppsagdar, ganga teir kykir og royna at billa fólkið inn, at hetta hevur onki við lógina um Sjófeingi hjá Høgna Hoydal at gera.
Tá henda samgongan hevur valt at taka kvotur frá verandi aktørum og geva tað til aðrar aktørar, so sigur tað seg sjálvt at neyðugt verður við tillaginum.
Hvør fer at hava tvey skip at fiska tað sum eitt skip klárar, tá tað við lóg nú er samtykt at kvotan hjá verðandi aktørum, ikki kann økjast aftur, tí alt omanfyri verandi kvotu skal seljast á uppboðssølu.
Hetta vístu vit á undir allari viðgerðini í løgtinginum.
Hetta er bara byrjanin, tað verður verri enn og tá fer Javnaðarflokkurin allur sum hann er at krógva seg djúpt niðri í lummanum hjá Høgna Hoydal, óvitandi um at har er lítið at liva av.
Jákup Mikkelsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald