2019-04-07 17:10
Vit hava í dag ein løgmann, ið roynir at savna tjóðina á nýggjárinum, fyri síðani at kloyva hana aftur á landsfundinum. Tað kom týðiliga til sjóndar um vikuskiftið.
Løgmaður segði m.a., at hann vil ikki arbeiða saman við Fólkaflokkinum, tí tað snýr seg um álit - sum um fólkafloksveljarar ikki eru ábyrgdarfullir.
At Javnaðarflokkinum er garanturin fyri einum samfelagi fyri øll ??? sum um Fólkaflokkurin útihýsur pørtum av samfelagnum.
Hetta er sera harmiligt. Og ikk minst niðrandi mótvegis teimum mongu fólkafloksveljarunum kring landið. At sjálvasti Føroya løgmaður útihýsur nær um 4. hvørjum føroyingi.
Eitt er, hvat formaður Javnaðarfloksins heldur innasta inni, men hann má ikki gloyma, at hann er løgmaður fyri alt Føroya fólk ??? eisini fólkafloksfólki.
Hendan spjaðingin má steðga.
Fólkafloksfólk eru menniskju eins og onnur. Fólkaflokkurin umboðar allar bólkar í samfelagnum ??? eisini teir veikastu.
Tak meg sum dømi. Eg stríðist við kropsligum avbjóðingum. Kortini eri eg fólkafloksmaður.
Eg havi eina fastur, ið er menningartarnað. Kortini eru omma og abbi fólkafloksfólk.
Ella Pól Huus, valevni Fólkafloksins. Hann stríðist við sálarligum avbjóðingum.
Og eg kundi hildið fram???
Tað, ið undrar, er, at løgmaður brúkar so nógva tíð at útihýsa fólki nú, tá hann í nýggjársrøðuni royndi at savna fjøldina.
???Tá ið vit stremba eftir at byggja eitt samfelag, har øll hoyra saman, og vit taka okkum av hvør øðrum, byggja vit á nakað av tí besta í gamlari, føroyskari mentan.
Fatanina av, at vit øll ganga í einum og sama fylgi.???
Vit hoyra øll saman. Eingin er betur enn nakar annar. Eingin áskoðan týdningarmikilari enn onnur. Vit ynskja øll eitt samfelag, har tað er rúm fyri øllum. Ikki bert teimum fáu.
Tí harmar tað meg, at løgmaður roynir kloyva tjóðina sundur, heldur enn at savna fólki, her býr.
Hanus Samró
Fólkaflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald