Politikkur

Løgmaður í The Guardian: Álit elvir til meira álit

...

2021-03-10 16:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, hevur eina grein um føroysku koronastýringina í enska blaðnum The Guardian í dag. Í greinini skrivar hann millum annað um, hvussu føroyska mannagongdin við tilmælum hevur verið øðrvísi enn nógva aðrastaðni.

???Álit elvir til meira álit. Hetta hevur víst seg í okkara føri,??? skrivar løgmaður.

Føroyski leisturin við koronakanningum, smittusporing og sóttarhaldi fær eisini pláss í greinini. At tað hevur gingið frægari í Føroyum enn í grannalondunum er millum annað orsaka av dugnasemi hjá einstaklingum og av samstarvi millum privatar fyritøkur og almennar stovnar. Hetta gjørdi, at vit í 2020 kundu kanna fleiri íbúgvar fyri korona enn nakað annað land í heiminum, skrivar løgmaður eisini í greinini.

Les alla greinina her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder