Politikkur

Løgmaður: Føroyingar hava ikki heimild at krevja fólk í sóttarhald

...

2020-04-30 17:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Okkara serfrøðingar hava staðfest, at størsti vandin fyri koronasmittu í Føroyum nú, er influtt smitta. Tí spurdi Høgni Hoydal, floksformaður, Bárð á Steig Nielsen, løgmann, um hvørjar ætlanir landsstýrið hevur í sambandi við kravt sóttarhald og at kanna fólk, ið koma úr útlondum.

Svarið frá løgmanni var, at skulu kravt sóttarhald og kanningar setast í verk her á landi fyri ferðafólk, so er tað danska Fólkatingið, ið skal samtykkja lógina. Tí bæði Landslæknaembætið, epidemilóggávan, løgreglan og marknaeftirlitið eru ikki á føroyskum hondum, men danskt málsøki.

???Nú hava vit, síðani koronakreppan byrjaði, viðgjørt kravt sóttarhald fyri ferðandi. Tað er burturvið, at í veruleikanum eru tað als ikki føroyskir myndugleikar, sum skulu avgera og lóggeva um hetta. Føroyskir myndugleikar, sum við undirtøku frá fólkinum, hava víst, hvussu væl vit megna at greiða eina slíka kreppustøðu???, sigur Høgni Hoydal, floksformaður.

Tað merkir, at vilja vit seta herd átøk ella krøv til ferðandi, mugu vit taka ábyrgdina og ræðið á m.a. landslæknaembætinum og marknaeftirlitinum, sum Gunvør Balle eisini skrivaði í lesarabrævi fyrr í vikuni. Millum annað vísti hon á, at tey í Íslandi hava sett tílík tiltøk í verk, og er tað nú kravt, at øll ið koma til Íslands skulu í sóttarhald í 14 dagar.

???Eitt er, at vit í felag viðgera, hvat vit skulu gera við hetta málið. Men tá tað so verður sligið fast, at vit ikki hava fólkaræði í Føroyum at gera nakað við tað ??? so eiga vit at semjast um at taka ábyrgdina á føroyskar hendur???, sigur Høgni Hoydal

Í undanfarna valskeiði varð staðfest, at tørvur er á einum sterkum føroyskum fakmynduleika innan heilsuøki og eini haldgóðari sjúklingatrygd á føroyskum hondum, sum kann laga seg til okkara viðurskifti. Samráðingarnar vórðu lidnar við danskar myndugleikar. Tí var klárt at taka landslæknaembætið á føroyskar hendur og skipa ein sterkan føroyskan heilsumyndugleika, men at enda rakk ikki á mál vegna vantandi meirluta á tingi. Somuleiðis eru samráðingar lidnar og uppskot klárt um at taka løgreglu og marknaeftirlit á føroyskar hendur.

???Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder