Politikkur

Løgmaður aftur sendur í býin - gjørdist fívil í egnum sirkus

...

2018-07-27 13:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú avleiðingarnar av fiskivinnunýskipanin gerast virknar ??? farnu vikuna vóru skipsmanningar sendar til hús og aðrar bíða eftir uppsøgnini, bleiv løgmaður beittur í býin við politisku lakktaskuni at verja skipaðu niðurlaðingina av fiskivinnuni.

Tað er púrasta óvanligt, at løgmenn í tíðindaskrivum og í viðtalu gerast láturverji fyri politikk, sum avvarðandi landsstýrismenn hava ábyrgd av.

TufflingurMen mangt broytist á mansins ævi.

Hesin løgmaður, sum man fara í søgubøkurnar sum mest tuflaði nakrantíð, rennur politisk sneisaørindi fyri landsstýrismann, ið hevur spesialiserað seg at geva øðrum skuldina tá ástendur. Maðurin, sum farnu 20 árini ongantíð hevur tikið í egnan barm ??? altíð hini, sum eru á skeivari kós.

Verður landsstýrismaðurin konfronteraður við fakta, har hann verður tikin við brókunum á knøunum í vantandi vitan ella innliti, er hann snarur at belæra: ???Júmen, tað sum øll vita ..??? ella ???Nei veitst tú nú hvat, tað er júst tað, eg altíð havi sagt???...?!

Røkkur hetta ikki, so er at senda onnur í býin fyri seg.

Produseraður verjutekstur
At skáka sær undan naskum spurningum, blivu fyrst framsøgumaður tjóðveldis í fiskivinnumálum og javningurin úr Dali (báðir vara-varamenn) sendir á barrikaduna við pástandinum um at ???tað gjørdi onki um teirra framíhjárættur bleiv minni enn hann var??? og at sølur og uppsagnir eru ???partur av (politiska) spælinum???....?

Síðani varð løgmaður sum annar galliónsfigurur sendur í miðlarnar við produseraða verjuritinum frá ráðharranum.

Soleiðis kann landsstýrismaðurin áhaldandi sveima yvir politisku vøtnunum ??? sum altíð, sakleysur í øllum ákærum - the same procedure as every year.

At løgmaður er degraderaður til statist, sum Richard Bucket í ???Fínt skal tað vera???, hóast hann burdi vitað betur, er bæði merkisverdugt og nektandi.

Áhaldandi at vera politiskur skósveinur fyri Hyacinthurnar í landsstýrinum, er sera avdúkandi fyri politiska valdsbýtið í Tinganesi og er sanniliga ræðandi fyri fólkaræðiligu mannagongdirnar sum treyta rættartrygdina hjá vinnu og einstaklingum.

Komikkur
Kommedian var fullkomin, tá formaðurin í minsta samgonguflokkinum síðani fór í blekkhúsið við yvirskriftini - at lata vinnuna royna seg?

Burtursæð frá skvaldri um marknaðargrundaða skipan og annað orðaskreyt uttan kjarnu, var teksturin ósonn asnaspark eftir Fólkaflokkinum.

At slíkt ráksnúgvni stendur ósvarað er óskiljandi, tá hansara flokkur júst hevur verið ómissandi garanturin fyri øllum samtykta politikkinum hjá samgonguni og treytaleyst hevur leverað sínar atkvøður ??? líka frá menningarkvotunum (vina- og kenningakvotum) til førda fíggjarpolitikkin, har flokkurin við forkvinnuni í fíggjarnevndini hevur bólgnað almennu útreiðslurnar við skjótt heilari milliard ??? meginparturin tikin frá høvuðsvinnunum og annars frá einstaklingunum umvegis øll handa gjøld.

Annað er ikki komið úr hasi politisku leguni ??? uttan skáltalur, sjampanja og kransakøkur.

Handvask og fjaðrarokSkemtiligt verður nú at hoyra ólavsøkurøðu løgmans. Einki at ivast í, at har verður handvask so tað forslær, umframt reyp, sjálvrós og øgiligt fjaðrarok frá øllum læntu fjaðrunum, sum sosialistiska gongan trúliga og ósmæðið hevur roytt av borgarligu hønuni, sum longu varp gullegg, tá løgmaður og hansara apologetar tóku sæti í Tinganesi fyri trimum árum síðani.

Segði nakar sirkus Tinganes ...?

Bjarni Djurholm

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder