Løgmaður ætlar at geva meirinnlit í fundarfrágreiðingarnar í sambandi við fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnina í árinum 2000. Tað ger hann greitt í svarinum til skrivliga fyrispurningin eftir tingskipanini § 52a frá Beintu Løwe Jacobsen, løgtingsmanni, um skjøl í sambandi við fullveldissamráðingarnar.
Løgmaður vísir á, at umsøkjarar hava ikki rættarkrav uppá innlit sambært innlitslógini, men kortini ætlar hann at geva meirinnlit.
Orsøkin er, at hann heldur, at tá ið 20 ár eru liðin síðani seinasta fund í fullveldissamráðingunum, ber til av røttum at siga, at fullveldissamráðingarnar eru lidnar.
Eisini er løgmaður av teirri sannføring, at tá ið ein fyrrverandi embætismaður á heysti í 2016 gav eina bók út, har trúnaðarupplýsingar í hópatali vórðu almannakunngjørdar, so hevur hvør einstakur føroyingur krav uppá sjálv/ur at fáa møguleikan at lesa skjølini og taka støðu til tey á egnum grundarlagi.
Svar løgmans kann lesasther
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald