2019-01-22 07:05
Løgmaður skal hitta Margrethu drotning og danska forsætismálaráðharran í dag.
Á middegi verður fundur millum løgmann og danska forsætisráðharran Lars Løkke Rasmussen í Keypmannahavn.
Á fundinum fara løgmaður og danski forsætisráðharrin at umrøða fleiri mál. Millum annað skulu teir skifta orð um uttanríkispolitisku lógina og yvirtøkur.
Í Danmark skal løgmaður eisini hitta Margrethu drotning.
Løgmaður kemur aftur til Føroya í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald