Politikkur

Løgmaður á fund í arktiska ráðnum

...

2021-05-19 20:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Veðurlag og burðardygd eru á skránni í morgin, tá ið arktiska ráðið hittist í Reykjavík. Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, fer á fundin, har øll londini í Arktis eru umboðað.

Arktiska ráðið fer at skriva undir eina yvirlýsing og eina strategiska ætlan, sum ráðið hevur arbeitt við seinastu tvey árini. Hesi snúgva seg í høvuðsheitum um umhvørvisavbjóðingar og burðardygga búskaparliga menning.

Eftir fundin í arktiska ráðnum fer løgmaður eisini á fund við íslendska uttanríkisráðharran Guðlaug ??ór ??órarson.

Mynd: Løgmaður saman við grønlendska uttanríkisráðharranum Pele Broberg.

Fakta um arktiska ráðið
  • Stovnað í 1996.
  • Londini í arktiska ráðnum eru Danmark/Grønland/Føroyar, Ísland, Noreg, Svøríki, Finland, USA, Russland og Kanada.
  • Ráðið hevur ráðharrafund annaðhvørt ár. Hetta er 12. fundurin.
  • Londini skiftast at hava formansskapin í arktiska ráðnum. Ísland hevur havt formansskapin frá 2019 til 2021. Russland tekur nú yvir formansskapin næstu tvey árini, til 2023.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder