Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur borið Løgtinginum lógaruppskot um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan.
Higartil hava gransking, menning og nýskapan verið trý ymisk økir, sum eru vorðin viðgjørd í ymiskum skipanum. Men í dag eru hesi økir nógv tættari knýtt og tvørgangandi, og tí hava stuðulsskipanir í millum annað Norðurlondum og í Evropa lagt seg eftir at samskipa hesi øki.
Mett verður, at vit í Føroyum eisini eiga at samskipa økini fyrisitingarliga, soleiðis at stuðulsumsøkjarin kann fáa greiða vegleiðing um møguleikarnar, uttan mun til um talan er um gransking, menning ella nýskapan ella um tvørgangandi verkætlanir, sum fevna um fleiri av hesum økjum. Verður lógaruppskotið samtykt, fáa vit eina lóggávu, sum kann seta felags karmar fyri hesi økir og gera tað lættari hjá øllum stuðulsumsøkjarum, bæði tá talan er um gransking, menning og nýskapan.
Í uppskotinum er ætlan um at skipa eitt ráð fyri gransking, menning og nýskapan. Endamálið er at styrkja strategisku ráðgevingina til Landsstýrið og vinnuna á samlaða økinum. Eisini skal ráðið kunna seta mál, eitt nú fyri luttøku í altjóða samstarvi á økinum.
Landsstýrið hevur seinastu dagarnar latið í alt 27 uppskot, nú freistin at lata Løgtinginum uppskot er farin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald