2019-05-30 22:03
Hvørt ár flúgva umleið 100.000 flogfør í okkara loftrúmi - og tað kostar. Flogfør gjalda í minstalagi 1.000 kr. fyri at flúgva í okkara loftrúmi. Tað vil siga, at 100 milliónir kr. eru at heinta í flogferðsluni. Men teir pengarnar fáa vit ikki - teir fara í danska ella íslendska statskassan. Tíðin er komin til, at vit fáa loftrúmið og pengarnar heim - og tað ynskir Fólkaflokkurin at slóða fyri á Fólkatingi. Pengarnir kunnu eitt nú nýtast til føroyska veðurstovu, og eisini til at styrkja okkara bjargingartænastur á sjógvi og landi. So vel ein flokk, ið ynskir at føra praktiskan politikk til frama fyri tær á Fólkatingið. Vel Fólkaflokkin!
Beinir Johannesen, valevni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald