JN

Ljósspælið riggar væl í Vágatunnlinum

...

2021-04-22 21:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Fyrst í februar í ár byrjaði arbeiðið at dagføra Vágatunnilin, arbeiðið skuldi eftir ætlan taka um tríggjar mánaðir.

Tað sum verður gjørt í Vágatunlinum er líkt tí, sum er gjørt í Norðoyatunlinum. Vegøksl og betongverja verður stoypt gjøgnum allan tunnilin í báðum síðum. SEV skal leggja tveir 60 KV kaðalar gjøgnum tunnilin. Fyri at geva bilførarum eina góða «visuella orientering», verða markeringsljós sett í kantsteinin. Articon fer at taka sær av gravi- og stoypiarbeiðnum, og LM-Electric hevur uppgávuna at montera markeringsljósini.

Í kvøld tá ið fólk frá JN.fo koyrdu ígjøgnum Vágatunnilin lýstu ljós, sum vit kenna bæði frá Norðoyartunnlinum og Eysturoyartunnlinum.

Ljósspælið í Vágatunnlinum riggaði avbera væl í kvøld, og er tað Brandur Paturson, sum hevur gjørt tað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder