Politikkur

Lívið er heilagt

...

2019-02-11 20:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Soleiðis segði fyrrverandi føroyski fólkatingslimurin, Johan Nielsen, tá hann varð spurdur um, hví hann hevði atkvøtt móti lógini fyri fríari fosturtøku í Fólkatinginum.

Tað skelkar meg, at Unga Tjóðveldið boðar frá, at tað hevur skund at fáa radikal og progressiv fólk á ting, at avtaka tann mest grundleggjandi menniskjarættin, ið vit øll hava ??? rættin til lívið!

Hendan rættin hava vit øll ??? eisini tey í móðurlívinum. Lívið byrjar við gitnað og menningini í móðurlívinum. Tískil er tað als ikki rætt, at geva fólkið møguleika til tess, at velja lívið hjá børnum í móðurlívinum frá.

Hyggið úti á føðideildini á Landssjúkrahúsinum. Har eru ein rúgva av nýbornum børnum. ??ll á sín hátt fantastiskir skapningar, ið hava eitt lív fult av møguleikum og avbjóðingum fyri framman. Spyrjið tá tykkum sjálvi henda spurning ??? áðrenn hesin skapningur kom í heimin, hví skuldi hann/hon ikki eiga fullan rætt til lívið? Hví skuldi hesin nýføddi skapningur verið valdur frá, tí onnur ynskja at spæla Gud, og velja hvørs lagnu hesi børn skulu hava?

Í hesum døgum, har tosað verður um, at øll skulu vera góðtikin og fevnd av samfelagnum, vilja vit leggja út við at umfevna tey allar minstu og veikastu í samfelagnum ??? tað ófødda barnið.

Vit hava øll rætt til lív. Kvinnur og menn. Ung sum gomul. Frísk og sjúk. Sterk og veik. Fødd og ófødd. Tískil er tað alt avgerandi, at vit halda fast um tann mest grundleggjandi menniskjarættin, ið vit hava. Tí lívið er heilagt.

Vegna Huxa,
Beinir Johannesen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder