2020-04-29 08:07

Tíðindaskriv frá LÍV Samtakinum apríl 2020
Tryggingarinngjøld settu met í 2019
Ongantíð áður hava tryggingarinngjøldini til Tryggingarfelagið LÍV verið so høg sum í 2019.Samlaðu inngjøldini vóru 335,9 mió krónur. Avkastið hjá samtakinum í árinum var í altgóðar 290 mió. krónur. Í sama tíðarskeiði vóru samlaðu útgjøldini til eftirlønir og tryggingargóðar 117 mió. krónur.
Vøksturin í inngjøldum til tryggingar og eftirlønir heldur fram og setti met í 2019. Samlaðuinngjøldini til P/F Tryggingarfelagið LÍV vóru 335,9 mió. krónur, sum er ein vøkstur á góð 15prosent. Avkastið hjá samtakinum var í alt 290 mió. krónur, meðan útgjøldini til eftirlønir ogtryggingar fyri Tryggingarfelagið LÍV vóru tilsamans góðar 117 mió. krónur.
Meðan 2018 var eitt vánaligt ár á fíggjarmarknaðinum, hevur gongdin verið jalig í ár, har alliríløgubólkar hava givið íkast til avkastið. Serliga eru tað partabrøvini, sum eru hækkaði nógv í 2019.
Eitt alsamt lækkandi rentustøði hevur gjørt, at avkastið av lánsbrøvum hevur verið lutfaldsliga gott í2019. Tó ger lága rentustøðið, at lívstryggingar??? og eftirlønarfeløg við tryggingum viðveitingartrygd, mugu seta pening av til framtíðar krøv. Hækkaðu avsetingarnar til hesar framtíðarskyldur síggjast aftur í úrslitinum hjá samtakinum. Serliga er tað í úrslitinum hjá P/F LÍV lívs- ogpensjónstryggingarfelag (LÍV 3) eftir skatt og øktar avsetingar, hetta ger seg galdandi.
- Vit fegnast um, at alt fleiri kundar velja at hava sínar lívstryggingar og eftirlønir hjá felagnum.Hetta skapar góðar fortreytir fyri einum bíligari rakstri, ið er til fyrimuns fyri allar okkara kundar.Føroysku íløgurnar hjá felagnum seinnu árini hava havt gagnliga ávirkan á avkastið tilviðskiftafólkini. Tá ræður um tað sera lága rentustøðið, er hetta ein avbjóðing hjá øllumeftirlønarfeløgum, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV samtakinum.
Rakstrarkostnaðurin av P/F Tryggingarfelagnum LÍV fellur alsamt og lækkaði við góðum 2 mió.krónum í 2019, sum svarar til eitt fall uppá 10 prosent í mun til 2018. Grundað á hækkaðainngjaldið til samlagstryggingar við bonusi í 2019, hevur nevndin avgjørt at lækkaumsitingarkostnaðin við 20 prosentum.
Árið í tølum
P/F LÍV Holding (LÍV 1)
Javni 146 mió. kr.
??rslit eftir skatt og øktar avsetingar -4,0 mió. kr.
Eginogn 136,6 mió. kr.
P/F Tryggingarfelagið LÍV (LÍV 2)
Íløguavkast 148,3 mió. kr.
Javni 2.917 mió. kr.
Rakstrarkostnaður 17,95 mió. kr.
??rslit eftir skatt og øktar avsetingar -8,6 mió. kr.
Eginogn 85,7 mió. kr.
P/F LÍV lívs- og pensjónstryggingarfelag (LÍV 3)
Íløguavkast 142,3 mió. kr.
Javni 2.040 mió. kr.
Rakstrarkostnaður 4,3 mió. kr.
??rslit eftir skatt og øktar avsetingar -186,5 mió. kr.
Eginogn -1.321 mió. kr.
Roknskapirnir hjá samtakinum eru at finna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald