Politikkur

Lítið yvir Føroyaland..

...

2019-08-12 18:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í hesum árum koma fólk úr øllum heiminum at líta yvir Føroyaland. Tey gloyma ikki minsta blettin, alt hevur áhuga hjá ferðafólkunum. Hans Andrias minnir okkum fáu á, sum her búgva, at líta yvir Føroyaland og at ???gloyma tað á ongum sinni???. 

Fá mundu varnast øgiliga vøksturin í ferðavinnuni, tá vit fyri nøkrum árum síðani endurstovnaðu Ferðaráðið, sum seinni bleiv til Visit Faroe Islands. Politiskt settu vit í ringum fíggjarligum tíðum eyka pening av á fíggjarlógini til ferðavinnuna. Sera dugnalig fólk settust við róðrið í ferðavinnuni, og nú standa vit við avbjóðingum, sum krevja dyggar loysnir. 

Miðflokkurin hevur somu støðu, sum Hans Andrias endar vakra fosturlandssangin við:

???Um vit eru fá og smá, kunna mið tó gerast há.???

Ferðavinnan skal vera eitt sterkt búskaparligt bein at standa á til gagns fyri allar føroyingar. 

OG TAÐ BER V??????L TIL.

·     Bøndur ráða yvir sínum øki. Tí skal almenni myndugleikin áleggja ferðavinnuni at styðja seg til bøndur og teirra ynskir og krøv í eini framtíðar samskipan av ferðavinnuni.
Ongin skal kunna selja ein gongutúr til útlendingar niðan á tindin ella framvið ánni, uttan at bóndin er við og fær sín part. 

·     Ferðamál skulu gerast í samstarvi millum bøndur/eigarar, ferðavinnuna, land og kommunur. Nøkur ferðamál so sum fjallagøtur, rennistreingir, gongutunlar til sjóholur, innrætting í sjó- og fjallaholum, fjallamatstovur v.m. krevja íløgur. Her skal búnaðargrunnurin fáa víðar heimildir at veita lán og stuðul til bøndur/eigarar ella samtøk millum bøndur og ferðavinnuna.

·     Ferðafiskivinna skal hava egna lóggávu, sum m.a. ásetir krøv til ferðasmiðir, trygd á sjónum, treytir viðvíkjandi veiðirættindum við meira.

·     Smidligar gjaldsskipanir verða settar í verk, har landið, eigarin/bóndin, ferðavinnan v.fl. fáa sín part. Ein møguleiki er at krevja gjøld við kassa 1, har ferðafólk umvegis ferðaseðilin gjalda vegskatt, tunnilsgjald, gongutúragjald, umhvørvisgjald o.a. 

·     Fólkið, sum her býr, er ikki ferðafólk og hevur tey rættindi, sum vit altíð hava havt. 

Miðflokkurin er tilreiðar og hevur nógv upp á hjarta til gagns fyri ferðavinnuna og til gagns fyri land og fólk.

 

Tað ber V??????L til at leggja so til rættis, at øll verða vinnarar.

 Bill Justinussen, valevni fyri Miðflokkin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder