Listi F, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð til valið 2016 og fekk 3 umboð, er nú klárur við valevnislistanum til kommunuvalið 10. november.
Listi F ynskir, at fólkavøksturin í Fuglafjarðar kommunu skal vaksa. Hettar skal gerðast við at fjøltátta bústaðarmarknaðin við eldra-, lestrar- og leigubústøðum, umframt at fleiri grundstykkir skulu útvegast bæði á Hellinum, Kambsdali og Fuglafirði. Málið er at 2050 fólk búgva í Fuglafjarðar kommunu í 2050.
Trivnaðurin hjá familjuni, børnum okkara, ungdómi og okkara eldru borgarum skal verða teir bestu.
Fríøkir og vegakervi skal gerðast betri, bæði inni í bygdinum og millum bygdir.
Vinnan, fólki og kommuna skulu øll virka í felagskapið.
Talan er um ein sterkan og fjølbroyttan lista við 13 dugnaligum valevnum. Talan er um 5 kvinnur og 8 menn, sum bjóða seg fram á Lista F.
Listi F stendur fyri Framburð, Framskygni, Framtíð og Fólkavøkstur
Tey sum umboða Lista F til býráðsvalið í Fuglafjarðar kommunu eru hesi:
David Andreasen, Kambsdalur
Dávur Juul, Fuglafjørður
Eivin Sigurð Breiðaskarð, Fuglafjørður
Georges Rouah, Fuglafjørður
Jens Kjartan Feilberg, Fuglafjørður
Jonn Sólheim Thomsen, Fuglafjørður
Jórun Eið Johannesen, Hellurnar
Kári Blábjørg, Fuglafjørður
Leif André Eliassen,Fuglafjørður
Maria á Boðanesi, Fuglafjørður
Marita ??re, Fuglafjørður
Sheila Sigurdsdóttir, Fuglafjørður
Steintóra Nesá, Fuglafjørður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald