JN

Listaframsýningin á Eiði væl vitjað

...

2020-06-26 13:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Framsýningin hjá Sigrun Gunnarsdóttir, sum læt upp Hvítusunnudag, hevur verið sera væl vitjað.

Enn er møguleki hjá vitjandi at støkka inn á gólvið á Hvítakletsvegi og har skoða tey fjølbroyttu verkini, sum hanga í atelierinum hjá listakvinnuni. Tey eru ikki færri enn 50 í tali.

Framsýningin, sum endar 29. Juni, er opin hetta vikuskifti afturat og mánadagin 29. Juni.

Opið er frá kl.17.00 til 20.00

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder