Tað skal vera lættari hjá fútanum at geva fólki boð um at halda seg burtur. Tað vil landsstýrið, sum skjýtur upp at broyta tilhaldslógina, so fútin kann taka fyribilsavgerð um frástøðuboð. Broytingar í tilhaldslógini vóru til fyrstu viðgerð í løgtinginum seinnapartin.
???Landsstýrið heldur, at í ávísum førum eiga vanligu krøvini um grundaðan illgruna fyri at kunna áleggja tilhald fyribils at verða linkað. Hetta verður gjørt fyri at verja tann órættaða og møgulig húsfólk hjá tí órættaða í serligum støðum. Í stuttum kann fútin áleggja fyribils tilhald, um ein persónur við rímiligari grund er undir illgruna at valda einum øðrum ónáðir. Tað kann eisini verða, um tað eru ávísar orsøkir at halda, at viðkomandi framhaldandi fer at volda hinum ónáðir, og at viðkomandi ikki hevur ein rímiligan áhuga í at seta seg í samband við hin persónin," sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum eisini varðar av lógarmálum í Landsstýrinum.
??tlanin er, at nýggja heimildin hjá fútanum um at taka fyribilsavgerð um frástøðuboð, skal hava sama rættarvirknað sum vanligt frástøðuboð eftir Tilhaldslógini.
Samstundis verður eisini skotið upp at broyta orðið ???tilhald??? til ???frástøðuboð???.
Uppskotið er nú farin í rættarnevndina hjá løgtinginum.
Uppskotið kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald