JN

Leygarkvøldið tann 12. apríl verður ein framløga í kaffistovuni hjá Blákrossi í Tórshavn

...

2014-04-11 18:13 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið tann 12. apríl kl. 19.00 verður ein framløga í kaffistovuni hjá Blákrossi í Tórshavn. Framleggjari er Jákup S. Joensen úr Sandavági.

Vit fara at gjøgnumganga tær 4 fyrstu høgtíðirnar, ið Guð hevði álagt jødiska fólkinum at halda hvørt ár um várið. Vit fara inn í høgtíðirnar frá einum jødiskum sjónarhorni og hyggja at øllum tí, sum Jesus uppfyllir hesar høgtíðardagar. Vit kalla hesar 4 høgtíðirnar undir tveimum, Páskirnar og Hvítusunna.
Tað, sum Guð hevur álagt jødunum at fremja hesar høgtíðardagar, eru skuggar av tí, sum Messias skuldi uppfylla og fremja við síni fyrstu komu. Jødarnir kendu ikki vitjanartíð sína, og teir kenna ikki hin líðandi messias, sum skuldi doyggja, sambært Dán. 9,26.. Teir eru blindaðir og síggja ikki henda partin av Guðs frelsuætlan í høgtíðunum, hóast teir halda allar 7 høgtíðirnar hvørt ár.
Hinvegin kenna teir væl til heysthøgtíðirnar, sum hava við ???herføraran???, ???kongin??? og ???dómaran??? Messias ben David, (Dávid sonurin). Har eru vit heidningarnir fremmandagjørdir og illa fyri við vitan, tí sera lítið verður lært um øll tey messiansku lyftini, sum eru givin Ísrael og okkum. Vit eru gjøgnum Jesus vorðin samarvingar við messiansku jødunum til tað himmalska ríkið. Vit kenna lítið til tær tríggjar høgtíðirnar, sum Jesus skal uppfylla við síni seinnu komu.
Jesus sigur í Heb 13:8, at Hann er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. Í Malakias 3:6a sigur Guð soleiðis ???Tí at eg, Harrin, eri ikki broyttur???. Man Guð hava broytt ætlan og ikki fara at uppfylla øll tey lyftini, sum hava við seinnu komu Jesusar?
Jesus verður nevndur Guðs lamb. Hvussu nógv av okkum vita, at sama dag tann 10. dagin í Nisan/apríl, tá offurseyðurin kom inn ígjøgnum seyðaportrið norðanvert tempul garðin, at ???Guðs lamb??? kom ríðandi á einum esli eystanífrá og inn gjøgnum ???føgru dyr??? á eystaru síðuni? Hvussu nógv av okkum hugsa um, at offurseyðurin skuldi ganga 4 dagar í garðinum og hesar dagar verða kannaður, so at eina teir lýtaleysu blivu góðkendir til offurs. Akkurát somu dagar hevði elstaráðið sent leigusveinar út at finna lýtir á Guðs lambinum, so teir kundu ákæra hann fyri eitthvørt misbrot, men teir funnu einki. Heldur ikki Pilatus ella Heródes funnu nakað. Jesus var Guðs lýtaleysa lamb, og í æðrum Hans rann lýtaleyst blóð. 3.Mós 17:11 Tí at sál likamsins er í blóðinum, og eg havi givið tykkum tað til at nýta á altarinum til tess at veita sáttargerð fyri sálir tykkara, tí blóðið veitir sáttargerð, av tí at sálin er í tí.
So Jesus var fult og heilt freistaður sum menniskja, men hevði tó reina sál. Jesus var ikki av mannasáði, men av óforgeingiligum sáði frá ævinleikans døgum. Ort 8:22 Harrin skapaði meg sum sítt fyrsta verk í forðum, áðrenn hann gjørdi nakað annað. v23 Frá ævunum eri eg settur inn, frá upphavi, áðrenn jørðin var til.
Hesin frelsarin skuldi koma úr Betlehem í Juda. Mika 5:1 Men tú, Betlehem Efrata, eina minst av Júda túsundum, frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum; og í vers 2. tessvegna gevur ???hann???(Jesus) ???tey??? (jødarnar) yvir eina tíð, til hon, ið føða skal, hevur átt; tá skulu leivdir ættbrøðra hans(jødiska fólki) koma heim aftur til Ísraelsmanna. (Leivdir ættbrøðra Jesusar eru í landinum í dag)
Og Hósea profeterar í kap 6:1 at hesin, sum kemur frá ævinleikans døgum, skal fara aftur á stað sín, og eftir tveimum døgum (2000 ár) skal hann lívga eina leivd av ættbrøðrum hans, og triðja dagin skulu teir (jødarnir) síggja hann andlit til andlit.
??ttarfaðir jødanna, Jákup, stríddist við Guð í Pnuel,(Pnuel merkir andlit til andlit við Guð) og hann vildi vita navnið á ???manninum???, hann stríddist við, men fekk sjálvur nýtt navn, Ísrael. Teksturin í 1.Mós 32:29 vísir, at persónurin, Jákup stríðist við, er maður og Guð, og Hósea 12:5 sigur, at Jákup/Ísreal ???Hann glímdist við ein eingil???.
Ísrael og tað jødiska fólkið stríðist enn við Guð skaparan og Son Hansara, Hann tey ikki kenna navni á enn. Yeshua, Jesus, er hesin, sum er Guð, hesin, sum var eingilin og sum eisini bleiv menniskja. Hann er tann, sum vígdi okkum ein veg upp ígjøgnum himlarnar aftur til Guð Faðirin.
Og orðtøkini siga, Hvør fór upp til Himmals og kom niður aftur? (er her talan um Heilaga Andan sum kom 10 dagar seinni?) Hvør savnaði vindin í nevarnar? Hvør knýtti vatnið inn í klæði? Hvør hevur sett jørðini øll mark hennara? Hvussu eitur Hann, og hvussu eitur Sonur Hansara? - Tú veitst tað jú! Orðtøkini 30:4 Hetta versið hevur fingið nógvar rabbinarar at klóra seg í nakkan upp ígjøgnum tíðirnar, tí við at lesa og granska skriftirnar, skulu teir kenna navni á Soni Hansara.
Vit fara at hyggja eftir nakað av tí, sum hevur fremmandagjørt heimsins frelsara, jødan Jesus - Yeshua fyri jødiska fólkinum, so teir ikki kenna at Guð hevur ein Son og navn Hansara er Yeshua hesin sum vit kenna sum Jesus. Eitt lítið dømi um fremmandgerð síggja vit í Matt 1:21 Og hon skal føða ein son, og Jesus ???frelsa??? skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal ???frelsa??? "Yeshua" fólk sítt frá syndum teirra.« (Hebraiska navn Jesusar er Yeshua og tað merkir ???frelsa???) Lat okkum standa føst í bønini fyri Ísrael og okkara brøðrum og systrum í Jesusi, hesi sum eru ættbrøður og systrar hjá tí frelsaranum sum kom úr Betlehem, hvørs navn er Frelsa.
Flest øll hava til tíðir ímyndað sær øll støðini, tá bíbliusøgurnar eru fortaldar, og á tiltakinum verða myndir og illustratiónir vístar, soleiðis at ein og hvør kann vita, hvussu alt í veruleikanum sá út, tá Jesus gekk har, har Hann bleiv krossfestur, doyði og reis upp.
Tað at kenna ta jødisku síðuna av Guðs frelsuætlan kemur at fylla teg við gleði og undran, og tað er uppbyggjandi fyri einhvønn trúgvandi. Alt, sum kemur fram, opinberar Jesus enn meira og vísir, hvussu væl alt er lagt til rættis frá ævunum.
Vit vóna at síggja nógv fólk til framløguna leygarkvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder