Mentan

Leygadagin skipar Frelsunarherurin í Havn

...

2015-11-28 03:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jólahugni og bluegrass

Leygadagin skipar Frelsunarherurin í Havn fyri jólaverkstaði fyri alla familjuna

Frelsunarherurin í Havn skipar fyri jólahugna fyri alla familjuna. Hetta verður nú leygardagin, og er húsið opið frá klokkan 11 til 14. Her er møguleiki hjá bæði børnum og vaksnum at gera dekoratiónir, jólaprýði, baka piparnøtir og annað, sum hoyrir jólunum til.

Eisini verður nógv virksemi í húsinum sunnudagin. Klokkan 11 er møti, og sunnudagsskúli er klokkan 14.

Sunnukvøldið klokkan 18 kemur norski bólkurin Humming People at spæla. Hetta er ein bólkur, sum Frelsunarherurin í Noreg nýtir nógv innan fyri sosiala arbeiðið. Bólkurin hevur fleiri framførslur í Føroyum nú um vikuskiftið, og tann seinasta av hesum verður altso sunnukvøldið í hølunum hjá Frelsunarherinum í Havn.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder