Politikkur

Les formansrøðuna hjá Jørgeni her

...

2014-11-18 04:20 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Formansrøða

Landsfundur Fólkafloksins 15. nov. 2014

Jørgen Niclasen, floksformaður

Farið fyrst at takka fyri álitið við formansvalinum. Vit umboða ein flokk, sum vil loysnir. Ein flokk sum bæði vil og torir framburð og vit síggja sjón fyri søgn.

Tað skulu borgarligir herðar at bera tungar dagar. Enn meira umráðandi er, at borgarligir herðar bera, tá tað lýsur. Ja, ella myrknar skjótt aftur.

Alternativið til Fólkaflokkin ber ikki. Kappbjóðing í almennari umsorgan stendur ikki einsamøl. Bara vøkstur kann skapa vælferð. Um vit seta almenna umfordeiling fram um persónliga frælsi missa vit bæði. Vit vilja tað ørvísi.

Vit lovaðu vøkstur, vit hava vøkstur

Vit lovaðu at tað skal loysa seg at arbeiða. Vit hildu orð.

Vit lovaðu nýskipanir, og tær vit ikki hava gjøgnumført, eru rættuliga nær.

Vit lovaðu meir fyri minni og vit hava fingið tamarhald á almenna húsarhaldinum. Í ár er fyrsta árið, at avlop er á almenna rakstrinum.

Vit lovaðu at venda gongdini og vit síggja sjón fyri søgn. Men vit eru langt frá komin á mál.

??ll vita, at broytingar eru neyðugar, men tað skapar orðaskifti. Minst til, um tú vit broyta framtíðina, mást tú órógva nútíðina. Vit broyta og kritikkur frá andstøðu og fjølmiðlum er stórur.

Tann, ið bara hyggur at skíggjunum, kemur ongantíð at sáa. Tann, ið bara hyggur at vindinum, kemur ongantíð at heysta. Kundi kanska sagt við andstøðu og fjølmiðlar, Jú, longri tú heldur teg verða komnan inn í náttarmyrkri, jú nærri er sólarris.

Haldi vit longu síggja úrslitið av førda politikkinum.

Hetta skal verða landið við møguleikum. Eitt land sum eggjar heldur enn forbjóðar. Eitt land sum lønar heldur enn revsar. Minst til, tað er betur at tendra eitt ljós enn at banna myrkrinum. Tað mugu vit altíð hava fyri eyga í okkara arbeiði fyri fólkið.

Vit skulu hava meira fyri tað sama. Vit mugu hugsa stutt og vit mugu hugsa langt. Tí hava vit framt og sett okkum fyri at fremja nýskipanir. Í míni tíð er ongantíð so nógv av okkara politikki gjøgnumførdur, men nógv er eftir.

Vit eru í eini góðari og sunnari gongd. Vit hava framvegis stórar avbjóðingar. Lat okkum síggja tað góða. Tað er fyritreytin fyri at kunna gera tað betur. 

Vit kunnu seta okkum hendur í favn, grenja og deilast, ella vit kunnu bretta upp um armar og fáa tað besta burturúr umstøðunum.

Í okkara harbaldna lítla landi er stutt millum fjall og fjørðu, stutt millum fong og fiskaloysi, stutt millum ódn og logn. Men okkara forfedrar hava megnað at latið viljan vunnið á máttloysinum og latið okkum eitt av heimsins fremstu londum. Lat okkum ikki svíkja teir.

Lat okkum halda fast í framburðinum. Minnist til, fløðandi sjógvur flotar allar bátar.

Takk fyri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder