Vit á Borgaralistanum hava fleiri ferðir víst á, at vit ynskja at skapa karmar soleiðis, at borgarin hevur møguleika fyri at vera virkin, vera saman og vera hugbundin. Og er hetta galdandi fyri borgarar í øllum aldri.
Eg ynski at arbeiða fyri, at vit hava eitt fjølbroytt gøtukervi, har borgarin hevur møguleika fyri at vera virkin.
Eg ynski gøtur millum bygdir, soleiðis at børn og ung hava eina trygga farðleið.
Eg ynski gøtur í bygdum soleiðis, at vit sum bygdafólk kunnu hugna okkum í nærumhvørvinum.
Eg ynski gøtu rundanum Vatnið soleiðis, at borgarin kann njóta tað umhvørvið, sum er har, og soleiðis, at vit samstundis fáa skipaða gongd av ferðafólki og øðrum, sum ganga har.
Eg ynski gøtur við beinkjum, soleiðis at tann eldri borgarin kann hvíla seg á vegnum, og túrinin tí ikki verður for møtumikil.
Eg ynski gøtur við frámerkjum soleiðis, at ein sær hvussu langt ein hevur gingið, til íðkarin og tann, ið vil venja úti.
Eg havi ein dreym um, at í framtíðin skal verða gangandi á gøtum, fram við vatninum, frá Vatnsoyrum og allan vegin norð á háls í Sandavági.
Og eg havi eina meining um, hvussu hetta kann gerast.
Fyrst skulu vit samanbinda og betra verðandi gøtur í eitt byrjandi kervið, sum við tíðini skal mennast og útbyggjast. Vit skulu harafturat gera eina heildarætlan og eina raðfesting av, hvussu vit útbyggja gøtukervið. Hetta skal síðan leggjast inn í bygdaplanin.
Hetta kann fíggjast sum líknandi verkætlanir í Føroyum, har fígging er fingin sum verkætlanarstuðul úr útlendskum grunnum. Hesin stuðul er ofta treytaður av einum samstarvi, har ein partur er sjálvboðið arbeiðið, ein partur stuðul frá verkæltanargrunni og ein partur fígging frá kommununi.
Tað sjálvbodnað arbeiðið kann bæði gerast lokalt, men eisini sum partur av tiltakinum hjá Visit Faroe Islands har útlendsk ferðafólk bjóða seg fram sum arbeiðsmegi.
Vónandi kemur hetta kervið eisini til at eggja til aðrar sjálvbodnar verkætlanir, sum liggja í økjum framvið gøtukervinum, til trivnað fyri borgarin.
Vel Borgaralistan / Vel Biritu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald