2018-07-24 19:03

Lendingin á Slættanesi, sum fórst illa av brimi fyri nøkrum árum síðan, verður nú umvæld ella gjørd av nýggjum, Tað er Vága Kommuna ið eigur og umvælir lendingina. Kommunan hevur fingið hegnismannin Erik Hølk Hansen úr Bø at standa fyri arbeiðinum, Erik hevur sonin Árant Heinesen við sær, og so eru fólk frá Slættaneshaga eisini og hjálpa til.
Í dag vóru formarnir tiknir frá, arbeiðið er tó ikki heilt liðugt enn, men verður gjørt liðugt í miðskeiðis í august.
Sagt verður frá, tá ið lendingin kann brúkast.
Eisini verður rættin á Slættanesi umvæld ella gjørd av nýggjum, tað arbeiðið verður gjørt av haganum.
Vit hava tikið nakrar myndir ímeðan arbeitt hevur verið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald