2018-07-26 07:51

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um at ein bilur var farin útav gamla Leirvíksvegnum, stór leiting var sett í verk, og bilurin var skjótt funnin á botninum.
Nógvir bátar og bjargingartyrlan leitaðu leingi í gjár fyri at vita um tey sóu nakað fólk á sjónum. Løgreglan sendi eina áheitan út seint seinnapartin í gjár, har heitt var á fólk at siga frá um tey vistu nakran sum var saknaður, men eingin er saknaður, og tí er leitingin steðgað.
Lykilin stóð í bilinum og bilurin stóð í frígeari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald