Politikkur

Leingja umsóknarfreistir fyri mvg-afturbering til íløgur í almannagagnligt frítíðarvirksemi og leigubústaðir

...

2019-11-14 18:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald er lagt til almenna hoyring.

Orsøkin til uppskotið er, at freistin fyri nær søkjast kann um at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi (§3a) og leigubústaðir (§3b) gongur út 31. desember í ár.

Mælt verður til at leingja freistinar, soleiðis at hesar skipanir kunnu halda fram.

Uppskotið kann lesast her.

Møgulig ummælissvar skulu sendast til [email protected]

Svarfreistin er mánadagin 25. november 2019.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder