Tað er umráðandi at komandi Landstýrið skipar so fyri, at Leigulógin verður endurskoðað, tí sum nú er verða vanlig sethús og búðstaðarbygningar nýttir til at hýsa innivist til útlendingar, sum bert búgva her í avmarkað tíðarskeið.
Hesi starvsfólk ynskja ikki at blanda seg upp í teir sosialu aktivitetirnar, sum annars eru í góðum grannaløgum. Tí er tað avgerðandi, at greiður munur verður gjørdur á stutt- og langtíðar leigusáttmálar.
Leigubústaðir til útlendska arbeiðsorku, skipast við greiðari lóggávu
Nú, nógv trýst er á arbeiðsmarknaðinum, búgva nógv útlendsk arbeiðsfólk ymsastaðni í Føroyum - serliga er talan um arbeiðsfólk í byggivinnuni.
Hesin arbeiðsbólkurin er bert komin til landi í avmarkað tíðarskeið og av tí sama, hava tey ongar ætlanir um at gerast partur av samfelagnum.
Heldur enn at arbeiðsmenn ella fyritøkur leggja set á hús í góðum grannaløgum, sum annars kundu verið seld ella leiga út til føroyskar familjur, haldi eg, at tað er best at hesir hava sín arbeiðsbústað nær við har, sum teir arbeiða.
Onnur innflutt arbeiðsmegi, sum ikki arbeiðir í byggivinnuni, men eitt nú í matvøruídnaðinum, ferða- ella framleiðsluvinnuni, kunnu sjálvandi ikki búgva í búbingjum. Hesi skulu sjálvandi hava tær umstøðurnar at búgva í, sum Leigunevndin ásetur. Hettar má og skal skipast væl og virðiliga, við greiðari lóg í framtíðini.
Varðveita góðu grannaløgini
Føroyar eru og skulu framhaldandi verða ein góður grundarsteinur hjá føroyskum familjum at búgva í. Og fyri at varveita trivnaðin í okkara siðvandu grannaløgum, skal Leigulógin tillagast, so at øll grannaløg hava trygd fyri at sethús og íbúðarbygningar framyvir verða nýttir til at hýsa húskjum og fólki, ið hava ein aktivan leiklut í føroyska samfelagnum.
??tlendingaøkið má raðfestast
Nakrar fyritøkur hava keypt góðar búbingjur til útlendsk starvsfólk at búgva í. Hettar er uttan iva besta loysnin fyri útlendingarnar, sum arbeiða í Føroyum. Hetta ávirkar umrøddu starvsfólkini positivt, tí tey hava stutt at fara og hava gjarna betur umstøður enn tey, ið búgva í privatum íbúðarbygningum.
Tað er einki at ivast í, at útlendingaøkið liggur í ongamannalandi, og tað er trupult hjá føroyskum fyritøkum, sum fáa útlendingar í arbeiði, at hýsa teimum innivist.
Tí er eisini umráðandi at útlendingaøkið verður yvirtikið, sum skjótast og lagað til føroysk viðurskifti. Her skal leggjast ein greiður politikkur fyri fyritøkurnar, sum taka arbeiðsmegi hendan vegin, sum lættir um hjá fyritøkum og skapar teir røttu karmarnar til innfluttu arbeiðsorkuna.
Smidligar lógarbroytingar og málsyvirtøkur, sum eru borgaranum at frama
Tá broytingar vera gjørdar, er tað sera umráðandi, at hesi verða tillagaði eftir føroyskum viðurskiftum. Og tað er heilt avgerðandi, at arbeiðshættirnir eru effektivir og orkusparandi fyri samfelagið. Tí er ein gongd leið, at effektivisera mannagongdir og lóggávur, so vit fáa eina LEAN-ávirkan, sum yvirornað snýr seg um at skapa virðir fyri borgaran, við minst møguligari samfelagsbyrðu.
Hettar vil eg arbeiða fyri, tí hettar kenni eg til og vit ??LL í Føroyum skulu minnast til, at hendan arbeiðsmegin er ein partur av, at skapa eitt vælferðarsamfelag fyri okkum, sum búgva her í Føroyum.
Hans Andrias Kelduberg
Valevni Fólkafloksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald