2018-12-21 17:31
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur í dag gjørt av fyribils at skipa leiðsluna á Landsverki í hesar tríggjar deildir, sum hvør sær koma at vísa til Samferðslumálaráðið:
- Infrakervi, maskinur og framleiðsla - Armgarð Steinhólm, leiðari
- Nýbygging, prosjektering og viðlíkahald av bygningum - Jón O. Sólsker, leiðari
- Stjórn- og samskipan - Hans Albert Hansen, leiðari
Fyrst í komandi ári verður lýst eftir nýggjum stjóra til Landsverk.
Ein av høvuðsuppgávum stjórans verður at umskipa stovnin í mun til tær avbjóðingar, sum liggja fyri framman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald