2020-11-09 23:37
Hava vit sum kommuna hava ein dreym, um at vaksa og vera ein góð kommuna fyri øll?
Fyrsta treyt er at man tænir sínum borgarum sum longu hava fest sínar røtur her.
Tá tað málið er rokkið, so skal hon nokk vaksa.
Sjálvandi skal man hava byggiklár grundstykkir, men málið skal ikki vera at vaksa bara fyri at vaksa.
Tað er tað ein treyt at øll sum vera vald inn, tora at sleppa øllum tí sum hevur verið áðrenn.
Tað nyttar einki at fara inn í eitt samstarv, við gomlum tvætli, so kunnu tey sum ráða fyri borgum í løtuni, tað sama halda fram!
At stýra við hjartanum fremur tíverri sjáldan framburð, logikkur ger hinvegin.
Við tí sagt, so skulu vit tora at halda nógv um okkum sjálvi, tora at siga okkara meining, og ikki minst duga at lurta.
At standa stillur er at fara eftir hæli.
Eg haldi sjálvur, at tað alt ov leingi bert hevur ???staðið til??? tíðin er komin til at flyta okkum frameftir.
Keiøkið
Tað er ótrúligt, at man uppá 2 ár ikki hevur klára at hava ein bryggjukant, har man trygt kann leggja eitt skip.
Ein fyritreyt, fyri at leggja eitt skip til kei, er at okkurt er at binda í.
Eftir at ógvuliga fá skip hava ligið inni á Miðvági í fleiri ár, skuldi man trú at man leyp á leistum, men so er ikki!
Teir aktørar ið royna, mugu virðast, fyrst og fremst av kommununi.
Eru fótonglar, so má man finna bestu loysn saman.
Frameftir.
Eitt komandi bygdaráð eigur at spyrja seg sjálvan, hvussu fáa vit mest burtur úr verandi økið.
Hettar skal so gagnnýtast best møguligt, inntøkunum at frama.
Samstundis eigur man at kannað ein kostnað av einari útbygging, ella dýping.
Og tað týdningarmesta, vil hettar geva okkum meira inntøkur, sum forsvara íløguna!
Grótbrotið í Sandavági.
Sum eg nevndi í aðrari grein, so verður hettar helst vinnuøkið.
Og her havi eg eitt uppskot, sum ikki vil kosta kommununi nakað serligt, men betra um trivna.
Lat okkum byggja eini 20-30 snøggar garagur, sum venda móti hvørjum øðrum.
Hesar vera innhegnaðir við portri í hvørjum enda.
Her kann kommunan so velja at selja, ella leiga út til borgarar, ella bæði
Hettar vil fremja ein felagskap, har alt frá slagt til smáarbeiðið kann fara fram.
Eitt uppskot kundi verið sum dømi (sí viðheftu mynd)
Eisini vil eg vísa til tað eg havi skriva innan Ungdómshús og tekniska økið frammanundan.
Hesi hava bæði sera stóran týdning fyri okkum øll í kommununi.
Um vilji er til hesi í komandi setu, og eg eri ein partur av henni, so vil eg arbeiða alt eg kann fyri at fremja tey.
Ein virðulig kommuna, fyri virðuligar borgarar.
X fyri Borgaralistanum
X fyri Bjarna Prior
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald