2020-11-06 21:15
Fisk.fo:Sum liður í arbeiðinum hjá Fiskimálaráðnum, støðugt at menna tilbúgvingina í Føroyum hevur Fiskimálaráðið í dag kunngjørt leiðreglur um skipan og leiðslu á einum skaðastaði.
Leiðreglurnar eru gjørdar fyri at fáa eitt samlað yvirlit yvir, hvussu eitt átak á landi skal skipast í sambandi við ein skaðatilburð, bæði tá talan er um eitt lítið átak, men serliga tá ið eitt átak verður so stórt, at fleiri myndugleikar gerast partar av átakinum.
Leiðreglurnar verða settar í gildi fyri at betra tvørfakliga samstarvið millum partarnar, ið hava ein leiklut í einum tilbúgvingarátaki og fyri at tryggja, at eitt átak verður skipað á best møguligan hátt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald