
Vága og Sørvágs kommunur vilja saman menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum, og hava tí gjørt av at seta ein leiðara at hjálpa sær við hesum.
Talan er um eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv á einum vinnuøki í stórari menning. Leiðarin skal arbeiða strategiskt og ítøkiliga: Leiðarin skal í stóran mun leggja ætlanir fram í tíð og sleppur at mynda starvið og framtíðar virkisleistin, men skal eisini leggja ítøkiligar ætlanir og menna og samskipa tiltøk, sum hava við ferðavinnu og upplivingar í økinum at gera.
Høvuðsuppgávurnar
Høvuðsuppgávan er at menna ferða- og upplivingarvinnuna í økinum burðadygt og við tí endamáli, at sum mest av ágóði liggur eftir í lokaløkinum. Í tí liggur eitt nú at taka stig til, kveikja og leggja lag á at menna nýggjar og verandi tænastur og upplivingar í økinum og støðugt dagføra og nútíðargera hættir at samskifta og marknaðarføra.
Førleikakrøv
Vit leggja dent á, at umsøkjarar hava evnini at síggja menningarmøguleikar, og við jaligum, kveikjandi lyndi duga at leggja lag á arbeiðið at menna nýggjar tænastur og upplivingar, sum eru fremjandi fyri vinnuna og tey, sum búgva í økinum. Vit leggja eisini dent á, at umsøkjarar eru fyrikomandi og á hjálpsaman hátt megna at samstarva og samskifta við nógvar ymiskar málbólkar, eru málsøkin og miðvís í mun til marknað og at fáa sum mest burtur úr.
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving innan ferðavinnu, tænastuvinnu, marknaðarføring ella líknandi. Tað er ein fyrimunur at hava royndir at arbeiða við ferðavinnu í Føroyum og uttanlands, og ein treyt at duga væl at málbera seg skrivliga og munnliga ið hvussu so er á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Kunnleiki til teld og sosialar miðlar eru eisini viðkomandi førleikar.
Í starvs- og persónsprofilinum á heimasíðu www.vaga.foog www.sorvag.fostendur meira um starvið og førleikakrøv.
Arbeiðsumstøður og løn
Starvið er fulla tíð og verður skipað við støði í samstarvssáttmála millum Vága og Sørvágs kommunur.
Starvsstaðurin er í fyrsta lagi á kommunuskrivstovuni í eini av kommununum. ??tlanin er, at starvsstaðurin í longdini skal vera í Krígssavninum.
Lønin er eftir sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið/ Fíggjarmálaráðið.
Umsókn
Umsóknir til starvið við prógvum og cv skulu vera kommununum í hendi í seinasta lagi mánadagin 19.10.2020 á middegi, kl. 12:00.
Umsóknir skulu sendast til: Vága kommunu, Hammershaimbsvegi 1, 360 Sandavágur
Ella sum teldupostur til: [email protected]
Viðmerk???Leiðari Visit Vágar??? á umsóknina.
Samband og upplýsingar
Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu seta seg í samband við Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóra í Vága kommunu tlf. 794 410, ella Aimé Jacobsen, borgarstjóra í Sørvágs kommunu tlf. 233 200.
Undir samrøðunum verður bert í avmarkaðan mun høvi at seta spurningar. Vit vísa tí eisini til heimasíðurnar www.visitvagar.fo,www.vaga.foog www.sorvag.fo, har nógvar viðkomandi upplýsingar eru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald