Lýsing

Leiðari til útbúnaðardeildina hjá ArtiCon

...

2020-04-28 16:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kundi tú hugsað tær at leitt okkara amboðs- og maskinpark?

??tbúnaðardeildin hevur ein týdningarmiklan leiklut í virkseminum hjá ArtiCon. ??tbúnaðardeildin tryggjar, at dygdin á okkara útbúnaði altíð er tann besta hjá okkara starvsfólki at nýta.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdir hjá leiðaranum eru m.a.:

  • Daglig leiðsla av útbúnaðardeildini
  • Keyp, sølu, rakstur og umsiting av maskinum, bilum og amboðum
  • Samskipan og albøting av nýtsluna av útbúnaðinum
  • Standa á odda fyri menningini av útbúnaðardeildini
  • Dagføra viðkomandi politikkir á deildini

Vangamyndin hjá nýggja leiðaranum er:

  • Tú er tænastusinnaður, miðvísur og vil náa úrslitum
  • Tú er røkin
  • Tú hevur góð evnir at samskifta.
  • Tú kann arbeiða sjálvstøðugt, eins og tú er góður at samstarva við.
  • Tú dugir at arbeiða yvirskipað og er langskygdur
  • Ynskiligt er, at tú hevur kunnleika til Office-pakkan og Navision, men hetta er tó ikki eitt krav.

Vit bjóðaeitt nýmótans arbeiðspláss. Starvsfólkini brenna fyri sínum uppgávum og eru sera dugnalig. Aðalmál okkara eru at skapa dygd, trygd og trivnað - fyri okkum, ið starvast í felagnum, eins væl og tey, sum vit samstarva við.

Tú hevur góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga.

Løn og setanartreytir

Løn og setanartreytir verða samsvarandi útbúgving og royndum og annars eftir nærri avtalu.

Meir at vita

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jón Sigurdsson, stjóra, á tlf. 210683 ella til Hera Kjærbo, HR-leiðara, tlf. 286171.

Umsókn

Umsókn við prógvum og lívsrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. mai 2020 og skulu sendast til [email protected].

Vit ynskja, at tú byrjar skjótast gjørligt í starvinum.

ArtiCon varð stovnað í 2001 og er í dag millum størstu byggifyritøkur í Føroyum. Felagið tekst við størri og smærri byggi-, jørð og lendisarbeiði, og ger alt slag av apteringsarbeiðum umborð á bátum og skipum. Vit leggja dent á at vera ein álítandi samstarvsfelagi og seta dygd, trygd og trivnað í hásæti. Í fyritøkuni starvast umleið 300 fólk.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder