
Hav.fo: Flest øll hava hoyrt um Golfstreymin. Nógv vita eisini, at broytingar í styrkini av hesum ráki kann ávirka havumhvørvið og veðurlagið her um okkara leiðir. Men hesin sterki streymur flytir eisini legu ??? summi ár rennur hann nokkso tætt fram við Newfoundlandi, meðan hann liggur longur suðuri onnur ár. Í nýggjari grein vísa vit, at skiftandi legan hjá Golfstreyminum broytir skapið á sonevnda subpolara meldrinum. Tá Golfstreymurin rennur norðarlaga, pressar hann kalda, feska og tøðevnisríka subpolara meldurin móti Føroyum - hitin og saltinnihaldið lækka, meðan gróðurin og liviumstøðurnar á Landgrunninum batna. Hinvegin flytir subpolari meldurin seg frá Føroyum, tá Golfstreymurin er meira sunnanvendur, og tá gerst bæði heitari og saltari kring Føroyar ??? men afturfyri verður minni av lívi í sjónum.
Les greinina her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald