Mentan

Lea Kampmann konsert í Listastovuni (Salem)

...

2016-04-14 07:18 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygarkvøldið 23. apríl verður aftur konsert í einum av Føroya besta konsertsali sum Vága Tóneleikarafelag og VisitVágar skipa fyri. Hesaferð er tað unga Lea Kampmann, sum seinastu mánaðirnar hevur verið nógv at hoyrt kring landið. Móttøkan av tónleiki hennara hevur verið sera góð og síðst í apríl fer hon í studio at taka upp plátu, so hetta kvøldið í Listastovuni verður høvið at fáa eina smakkroynd uppá tað, ið verður at hoyra á fløguni.


Við sær á konsertini hevur Lea framúrskarandi tónleikararnar Vinjar Egilsnes Petersen, ??lav Gaard, Hjørt Háberg og Magnus Lydersen. Saman fara hesir ungu tónleikararnir út á eina áhugaverda tónleikaferð út á nýggjar víddir - og tey gleða seg til at taka teg við.

Dyrnar lata upp kl. 21 og konsertin byrjar kl. 22. Møguleiki verður at keypa sær okkurt áðrenn konsertina og í steðginum.

Sum nakað nýtt verður møguligt at keypa atgongumerki á alnótini https://visitvagar.atgongumerki.fo/ticket?eventId=169950


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder