Politikkur

???Gott er??? ella ???Tað ger onki???

...

2019-03-06 23:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Hetta eru orð, ið vit sum føroyingar ofta nýta. Men hvaðani kemur hetta? Halda vit veruliga, at tað gongur gott í Føroyum, tí at fólk siga ???gott er???, ella ???tað ger onki???? Ella kann hugsast, at tað, í høvuðsheitum, gongur gott í Føroyum, tí vit hava nakrar avtalaðar spælireglur, ella sokallaðir -sáttmálar????

2018 var nógv merkt av fakfelagstríði og sáttmálum ella, manglandi sáttmálum, ið fingust í lag. 2019 kom við teimum gleðiligu tíðindunum um, at arbeiðsloysið enn einaferð var fallandi. Hesi bæði fyribrigdini boðaðu frá bjørtum tíðum fyri framan, í Føroyum. Og tað er avgjørt nakað, ið vit í felag kunnu gleðast um!

Tó er tað umráðandi, at vit ikki lata okkum blenda av hesum, tí nógv arbeiði liggur enn fyri framman fyri fakfeløgini. Ein av arbeiðssetningunum má og skal altíð verða at skapa eitt støðugt og trygt grundarlag til føroysku arbeiðsfjøldina.

Hetta manglandi trygga og støðuga grundarlagið kom til sjóndar, millum annað í óvirðiligu handfaringini av starvsfólkinum hjá Posta, fyri bert fáum vikum síðani.

Men hetta er tíanverri ikki eitt eindømi av óvirðiligari starvsfólkahandfaring í Føroyum. Tað síggjast fleiri dømi um starvsfólk, ið fer eftir fer verða??? ???sett í avloysarastørv, heldur enn at fáa tað uppiborðna fasta starvið. Dømir síggjast eisini, har fyritøkur velja at seta óneyðuga nógv starvsfólk til eina einkulta normering. Hetta hevur við sær, at starvsfólkini ikki fáa fleiri enn 15 arbeiðstímar um vikuna, og tískil er tað ikki neyðugt hjá fyritøkunum, at fyrihalda seg til nakran fakfelagssátmála.

Umframt at hava eitt arbeiðsloysi ið er millum tað lægsta í heiminum, hava vit eisini ein av heimsins virknastu ungdómum. Hettar er nakað, ið vit sum land og samfelag skulu vera sera erpin av. Tað, ið vit ikki skulu vera erpin av, er okkara handfaring av hesari ótrúliga virknu arbeiðsfjøldini, sum í nógvum førum verða sett í størv uttan nakran sáttmála ella rættindi. Tað vil siga, uttan nakað trygdarnet. Hetta kann hava ta avleiðing, at vit fáa eina komandi arbeiðsfjøld, ið ikki torur at seta krøv til arbeiðsgevaran. Krøv um, at teirra løn skal fylgja ábyrgdini, ið tey hava fingið tillutað. Krøv um, røttu lønina fyri yvirarbeiðið ella uppsamlaða frítíðartíð. Tað sæst alt ov ofta, at hesi grundleggjandi rættindini verða forsømd ella tagd burtur av arbeiðsgevarum. Og um starvsfólkið setur hesi krøv, kunnu tey vera í vanda fyri at missa starv sítt.

Arbeiðsgevarin skapar arbeiðir og skal tí??? ???verjast? Jú avgjørt skulu raskir arbeiðsgevarar verjast, men ikki fyri ein og hvønn prís. Og serliga ikki, tá hesin prísur er arbeiðstrivnaðurin í Føroyum. Tað fyrsta ið ein lærir um í búskaparfrøði er - útboð og eftirspurningur. Men tað letur til, at nógv fólk hava gloymt ella kanska uppaftur verri, velja at gloyma, at um fíggjarligt grundarlag ikki er fyri eftirspuninginum, so minkar útboðið. Tað vil siga, at í hesum førinum gevur minus ganga minus tíanverri ikki pluss.

Tí er tað umráðandi, at vit standa saman um, at skapa eitt so trygt og støðugt grundarlag sum tilber - ???fyri so nógvar føroyingar sum til ber.

Við hesum vil eg fegin heita á allar limir. Geri tykkara atkvøðu galdandi til komandi nevndarval hjá Starvsmannafelagnum. Hetta gert tú við at senda eina teldupost til[email protected]??? ella ringja á tlf - 614868, 284868 ella 214768.

Saman standa vit sterkast.

/Hilmar Augustinussen
Nevndarlimur starvsmannafelagið +298212261 / [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder