Politikkur

???Er eingin glaður, ja so eru øll glað

...

2020-11-03 16:00 Author image
Tóri Nielsen
placeholder

Hetta hugtak hevur alt og ofta sett dagsskránna hjá okkum her á klettunum, og tykist, tíanverri, framvegis at trívast serstakliga væl.

Hvør minnist ikki, tá vit skuldu byggja nýggjan miðnámsskúla í Eysturoynni ella heilsuskúla í Suðri. Einasta tey kundu semjast um, var at tey ikki kundu semjast. Og so vóru skúlarnir blakaðir út íoyðuna. Staðsetingin var nógv týdningarmiklari enn innihaldið og umhvørvið. ??rslitið er sjálvandi at tú ikki fært tað burturúr, tú burdi.

Hoyri líkasum eitt ekko av hesum, távit tosa um høli til ungdóminí Vága kommunu.

Onkur kennir seg altíð við sviðisoð.

???So er hølið har, heldur enn her, og so mugu vit heldur hava tað bæði har og her???

Havi hoyrt lítið og einki um hvat skal vera í hølunum.

Eg haldi at ungdómurin skal hava best hugsandi umstøður. Hvørt tær eru íSandavági ella Miðvági er mær flunkandi líkamikið. Vit eiga góð hølir í báum bygdum, tað trýtir ikki. Bygdarhúsiðella SÍF-húsið er upplagt. Karmarnir eru framúr, vit skulu bara fylla.

Og so eiga vit at sleppa okkum av við Haraldstovu og kommunuhúsið í Miðvági. Stórt bústaðartrot er, so taðhevði einki forgjørt veri í at kommunan rætti onkrum eina hjálpandi hond.

Møguliga kundi onkur vinna skipa seg í hølunum.

Her er ein win win støða fyri kommununa. Vit sleppa av við eina útreiðslu, fáa nakrar eyka krónurí inntøku og fáa lív í deyðar bygningar.

Oddmar Ravnsfjall, valevni til býráðið í Vága Kommunu

X við Framtíðarlistan???ein nýggj byrjan!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder